Stríðið um 1. plássið, stríðið um Champions League-plássið og stríðið fyri at sleppa undan niðurflyting. Hetta er uppá spæl í dagsins dystum í 26. umfari í Premier League.
12.30: Fulham - Manchester United
15.00: Crystal Palace - West Ham
Huddersfield - Arsenal
Liverpool - Bournemouth
Southampton - Cardiff
Watford - Everton
17.30: Brighton - Burnley
Langi fótbóltsdagurin byrjar í London, við ánna Thames, har Fulham tekur ímóti United. Ranieri og hansara menn stríðast fyri at sleppa undan niðurflyting, men hava heili sjey stig upp til strikuna og stórar trupulleikar við verjupartinum. Solskjær og hansara menn hava nógvan viðvind, og kunnu við einum sigri í London leggja seg á 4. plássið.
Liverpool hevur skinklað seinastu dagarnar, og eftir at liðið hjá Klopp hevur spælt tveir javnleikir, tók City oddasessin aftur við sigri á Everton mikukvøldið. Liverpool hevur tó ein dyst færri, og við at fáa stig í dag tekur liðið 1. plássið aftur. Á Anfield er Liverpool stófavorittur, men skal vísa nakað annað enn tveir teir seinastu dystirnir, sum eru endaðir við javnleiki.
Í Suðuronglandi eru tveir umráðandi dystir í botnstríðnum. Tað er ógvuliga javnt, og úrslitini í Southampton og Brighton kunnu fáa stóran týdning í mun til høvr verður verandi í deildini.
Støðan undan 26. umfari
1 |
Manchester City * |
|
62 stig |
2 |
Liverpool |
|
62 stig |
3 |
Tottenham Hotspur |
|
57 stig |
4 |
Chelsea |
|
50 stig |
5 |
Manchester United |
|
48 stig |
6 |
Arsenal |
|
47 stig |
7 |
Wolverhampton Wanderers |
|
38 stig |
8 |
Watford |
|
34 stig |
9 |
Everton * |
|
33 stig |
10 |
AFC Bournemouth |
|
33 stig |
11 |
Leicester City |
|
32 stig |
12 |
West Ham United |
|
32 stig |
13 |
Brighton & Hove Albion |
|
27 stig |
14 |
Crystal Palace |
|
27 stig |
15 |
Newcastle |
|
24 stig |
16 |
Southampton |
|
24 stig |
17 |
Burnley |
|
24 stig |
18 |
Cardiff City |
|
22 stig |
19 |
Fulham |
|
17 stig |
20 |
Huddersfield Town |
|
11 stig |
* Leikt ein dyst fleiri
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald