Fótbóltur

Liverpool langt frá sínum gamla støði

Brighton snøgt sagt útspældi liðið hjá Klopp og við 3-0 sigrinum gjørdist eisini talan um eina yvirháling. Everton, West Ham og Leicester og venjararnir har eru í trupulleikum.

Tað er nógv høvuðbrýggj hjá Klopp fyri tíðina (Mynd: EPA)

Tað er nógv høvuðbrýggj hjá Klopp fyri tíðina (Mynd: EPA)

2023-01-14 18:21 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Premier League-dagurin byrjaði við einum braki í Manchester, har United vendi 0-1 til 2-1 og harvið fyribils broytti oddastríðið nakað.

Les eisini: United vendi øllum á høvdið í grannauppgerdini

Fýra dystir vórðu bríkslaðir í gongd klokkan 15. Har taptu trý lið, sum eru í trupulleikum í botninum, og hvørs venjarar nú eru í uppaftur størri trupulleikum.

Leicester, við Brendan Rodgers á odda, tapti 2-0 móti uppflytaranum Nottingham Forrest, har lokali áleyparin Brennan Johnson skoraði bæði málini. David Moyes og hansara menn tapti 1-0 fyri Wolves og eru nú undir niðurflytingarstrikuni.

Á Goodison Park var eingin úr eigarabólkinum til dyst, av tí at tað var mett at vera ov vandamikið fyri tey, og bussurin hjá spælarunum var fyri einum slagi av álopið, tá hann kom til Goodison Park. Á vøllin legði heimaliðið seg annars á odda, men eftir steðgin skoraði James Ward-Prowse tvey góð mál fyri botnliðið Southampton - ta seinna við beinleiðis frísparki. Liðini hava nú bæði 15 stig.

Liverpool var í Suðuronglandi, men tað tyktiskt ongantíð sum liðið hjá Klopp veruliga møtti upp. Brighton var omaná frá byrjan og spældi við góðsku høgari leikferð, sum Liverpool ikki megnaði at fylgja við í - serliga miðvøllurin. Tað var fleiri ferðir nær við í fyrra hálvleiki, tá Brighton spældi seg til fleiri góðar støður, men tað var ikki fyrrenn eftir steðgin, at hol kom á.

Tað var eftir mistak frá Joel Matip í fyrsta minutti, at Brighton fekk revsað, og bert seks minuttir seinni økti heimaliðið. Í báðum førum var tað vælupplagdi vongurin Solly March, ið átti seinasta fótín á. Liverpool var ongantíð veruliga nær við at svara aftur, og innskifti Danny Welbeck setti punktum. 3-0 tapið gevur helst meira rannsakan í Liverpool, sum nú er á 8. pláss, beint aftanfyri júst Brighton.

Brentford og Brighton spæla í løtuni - í morgin er millum annað brak í Norðurlondon millum oddaliðið Arsenal og Tottenham. 

Premier League 20. umfar
Leygardagin 14. januar 2023

Manchester United - Manchester City 2-1 (0-0)
Brighton - Liverpool 3-0 (0-0)
Everton - Southampton 1-2 (1-0)
Nottingham Forest - Leicester 2-0 (0-0)
Wolves - West Ham 1-0 (0-0)

17.30: Brentford - Bournemouth (1-0)



Í gjár, Fríggjadagin 13.
 januar

Aston Villa - Leeds 2-1


Í morgin, sunnudagin 15. januar

14.00: Chelsea - Crystal Palace
           Newcastle - Fulham


16.30: Tottenham - Arsenal


Sí støðuna her

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder