2019-07-25 11:02
Enski verjuleikarin hjá Liverpool Nathaniel Clyne verður møguliga ikki tøkur hetta kappingarárið. Verjuleikarin skaddi sær knæið í venjingardysti móti Borussia Dortmund leygardagin.
Tað var móti endanum av dystinum at Clyne fekk ilt í knæið. Tað var ikki gjørligt at fáa staðfest júst hvussu álvarsamur skaðin var fyrrenn dagar seinni, tí at knæið var ov hovið. Nú er greitt at Clyne ikki fær spælt fótbólt í í minsta lagi seks mánaðir.
Tílíkir skaðar merkja vanliga, at leikarin ikki fær spælt í alt frá seks mánaðum til eitt ár.
Liverpool tapti venjingardystin móti Borussia Dortmund 3-2, og í nátt spældi Liverpool 2-2- javnleik móti Sporting Lisboa.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald