Fótbóltur

Liverpool og Chelsea hava ikki tryggjað sær víðari luttøku enn

Ensku liðini spældi bæði javnleik í kvøld, meðan Barcelona við einum stórspælandi Lionel Messi spældi seg víðari.

Lionel Messi spældi ein sera góðan dyst fyri Barcelona enn einaferð (Mynd: EPA)

Lionel Messi spældi ein sera góðan dyst fyri Barcelona enn einaferð (Mynd: EPA)

2019-11-27 22:46 Author image
Niels Pauli Danielsen
placeholder

Átta dystir vóru á skránni í Champions League í kvøld. Talan var um dystir í bólkunum E til H.

Bólkur E:
Liverpool – Napoli 1 – 1 (0 – 1)
Genk – Salzburg 1 – 4 (0 – 2)

Á Anfield tók liverpool ímóti Napoli. Tað vóru gestirnir, ið løgdu seg á odda eftir 21 minuttir við málið frá Dries Mertens. Liverpool fekk bjargað sær stig í seinna hálvleiki við málið frá Dejan Lovren, ið javnaði til endaliga úrslitið 1-1. Liverpool er nú tætt við at spæla seg víðari. Teir skulu bert hava eitt stig í síðsta dystinum, fyri at spæla seg víðari til áttandapartsfinalurnar. Í hinum dystinum í bólkinum vann Salzburg ein greiðan 1-4 útisigur ímóti Genk, og halda harvið lív í vónini um at spæla seg víðari. Tað verður tó trupult hjá eysturríkska liðinum, ið skal vinna ímóti Liverpool, samstundis sum Napoli skal missa stig ímóti Genk.

Støðan: 
Liverpool 10
Napoli 9
Salzburg 7
Genk 1

Bólkur F

Barcelona – Dortmund 3 – 1 (2 – 0)
Slavia Prag - Inter  1 – 3 (1 – 1)

Á Camp Nou var Lionel Messi í hopla tá Dortmund var á vitjan. Fyrst legði hann upp til Luis Suarez, ið legði katalanarnar á odda í 29. minutti, og bert fýra minuttir seinni var tað Lionel Messi, ið gjørdi tað til 2-0, sum eisini var hálvleiksstøðan. Í Seinni hálvleiki var Messi aftur við í málinum, tá hann legði upp til Antoine Griezman, ið skoraði til 3-0. Dortmund fekk pyntað uppá úrslitið, tá Jaden Sancho skoraði trettan minuttir fyri tíð. Við sigrinum hevur Barcelona spælt seg víðari til áttandapartsfinalurnar. Í Prag vann Inter 1-3 á Slavia Prag í kvøld, og halda harvið lív í vónini um at spæla seg víðari. Men inter hevur tó ein truplan dyst síðsta umfar, tá teir taka ímóti Barcelona.

Støðan: 
Barcelona 11
Inter 7
Dortmund 7
Slavia Prag 2

Bólkur G
Zenit – Lyon 2 – 0 (1 – 0)
Leipzig- Benfica 2 – 2  (0 – 1)

Zenit vann á heimavølli 2-0 ímóti Lyon, og syrgdi harvið fyri, at stórur spenningur er í undan síðsta umfarinum, nú bæði liðini hava sjey stig. Í Leipzig spældi RB Leipzig og Benfica javnleik 2-2. Javleikurin merkir tað, at leipzig hevur spælt seg víðari, meðan Benfica skal vinna á Zenit fyri at hava møguleika at spæla seg víðari. Tað er tó ikki vist, at tað er nóg mikið, tí um Lyon fær stig ímóti Leipzig, so er Benfica úti.

Støðan: 
RB Leipzig 10
Zenit 7
Lyon 7
Benfica 4


Bólkur H
Valencia – Chelsea 2 – 2 (1 – 1)
Lille – Ajax 0 – 2 (0 – 1)    

Á Mestalla leikvøllinum í Valencia spældu Valencia og Chelsea ein sera undirhaldandi dyst, har ein rúgva av málmøguleikum vóru. Tað var Carlos Soler, ið legði Valencia á odda fimm minuttir fyri steðgin, men bert ein minutt seinni, javnaði Mateo Kovacic fyri Chelsea. Í seinna hálvleiki var tað Chelsea, sum legði seg á odda 2-1 eftir fimm minuttir, við málið frá Christian Pulisic. Átta minuttir fyri tíð javnaði danin Daniel Wass til 2-2, ið eisini gjørdist endaliga úrslitið. Við javnleikinum liggja bæði liðini á átta stigum. Í hinum dystinum í bólkinum vann Ajax 0-2 á útivølli móti Lille, og tískil er alt opið undan síðsta umfarinum, har Ajax tekur ímoti Valencia, og Chelsea tekur ímóti Lille.

Støðan eftir fýra umfør: 
Ajax 10
Chelsea 8
Valencia 8 
Lille 1

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder