Tíggju dagar eru til jólar, og skjótt fer dystarskráin at gerast tættari hjá ensku liðunum.
Liverpool spældi í Salzburg í vikuni, og skal í komandi viku spæla móti Aston Villa í Carabao Cup og dagin eftir í Katar í HM fyri lið. Liðið hjá Klopp, ið longdi sáttmálan við felagið í gjár, hevur 46 stig útav 48 møguligum og er ósigrað í seinastu 33 dystunum og teimum seinastu 49 á Anfield. Harvið bendir einki á, at botnproppurin Watford ger nakað við oddaliðið í dag.
Klopp hevur sera nógv at fegnast um fyri tíðina (Mynd: EPA)
Tað er eisini toppur ímóti botni í Leicester, har Pukki og Norwich vitja. Næstfremst móti næstaftast og nógv er uppá spæl hjá báðum liðum. Menninir hjá Rodgers skulu vinna fyri at hanga í áðrenn næstu tvær uppgávurnar, ið eru í Manchester (City 21 desember) og móti Liverpool 2. jóladag. Leicester er glóðheitt: Átta sigrar á rað, ið er longsta sigursrøðin hjá einum liði í ovastu fimm deildunum í Evropa (Onglandi, Spania, Italia, Týsklandi og Fraklandi) Í øllu hesum sigrunum hevur Jamie Vardy skorað minst eitt mál - samanlagt ellivu í átta dystum.
Vardy, her í orðadrátti við James Milner í 2-1 tapinum á Anfield í heyst. Vandamikli áleyparin hevur seinastu tíðina hugsavna seg um at skora mál og er toppskjútti í Premier League (Mynd: EPA)
Tilsamans eru seks dystir í dag. Flestu liðini í niðaru hálvu spæla; Chelsea skal royna at halda væl fast í 4. plássinum.
17. umfar
14. desember
12.30: Liverpool - Watford
15.00: Burnley - Newcaslte
Chelsea - Bournemouth
Leicester - Norwich
Sheffield United - Aston Villa
17.30: Southampton -
Støðan:
1. Liverpool (46 stig)
2. Leicester (38 stig)
3. Manchester City (32 stig)
4. Chelsea (29 stig)
5. Manchester United (24 stig)
6. Wolves (24 stig)
7. Tottenham (23 stig)
8. Sheffield United (22 stig)
9. Arsenal (22 stig)
10. Crystal Palace (22 stig)
11. Newcastle (22 stig)
12. Brighton (19 stig)
13. Burnley (18 stig)
14. Everton (17 stig)
15. Bournemouth (16 stig)
16. West Ham (16 stig)
17. Aston Villa (15 stig)
18. Southampton (15 stig)
19. Norwich (11 stig)
20. Watford (9 stig)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald