Fótbóltur

Liverpool og Real Madrid bresta saman í kvøld

Endurtøka av finaluni í fjør verður á Anfield, og nógv er uppá spæl. Spanska kongafelagið hevur havt takið á Liverpool, seinastu ferðirnar evropeisku stórfeløgini hava spælt.

Vinicius Junior varð avgerandi bæði í fjør og fyrraárið, tá Liverpool og Real Madrid hava spælt í finaluni og áttandapartsfinaluni í Champions League (Mynd: EPA)

Vinicius Junior varð avgerandi bæði í fjør og fyrraárið, tá Liverpool og Real Madrid hava spælt í finaluni og áttandapartsfinaluni í Champions League (Mynd: EPA)

2023-02-21 16:20 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tað eru tveir evropeiskir risar, ið hittast á søguliga Anfield leikvøllinum í fyrru áttandapartsfinaluni í kvøld. Feløgini hava samanlagt vunnið Champions League/Evropa Cup fyri meistarar tjúgu ferðir og hava verið í 27 finalunum. 

Liverpool er nummar trý á listanum - saman við Bayern München - við seks finalusigrum. Real Madrid er tó næstan í einum flokki fyri seg við 14 finalusigrum; tað er tvífalt so nógv sum AC Milan á 2. plássi. 

Seinast Real Madrid tapti eina finalu í størstu evropeisku kappingini var í 1981, og tað var móti júst Liverpool: Vinstri bakkurin Alan Kennedy skoraði einsamalla málið í finaluni í París.

Liverpool vann samanlagt 5-0, tá liðið undir Rafa Benitez í 2009 sendi Real Madrid út úr áttandapartsfinaluni. Nú skulu stórfeløgini aftur spæla í áttindapartsfinalum, og síðani stórtapið á Anfield fyri 14 árum síðani hevur Real Madrid havt greitt yvirtak í innanhýsis uppgerðum: Spanska felagið hevur vunnið fimm út av seks dystum, harímillum tvær finalur, og Liverpool hevur samanlagt bert skorað tvey mál. 

[object Object]
Eitt mál avgjørdi finaluna millum Real Madrid og Liverpool í París í gjár - Vinicius skoraði fyri liðið hjá Carlo Ancelotti (Mynd: EPA)

Í 2014 vann Real Madrid báðar dystirnir móti Liverpool í bólkaspælinum. Í 2018 vann Real sína triðju finalu uppá fýra ár - finalan í Kiev varð merkt av einum Salah-skaða, stórum málverju-mistøkum hjá Karius og framúr saksasparki frá Gareth Bale. Í 2021 vann Real Madrid 3-1 á heimavøll og fekk síðani málleysan javnleik á Anfield í seinnu fjórðingsfinaluni. Vinicius Junior gjørdist avgerandi við tveimum málum - brasliumaðurin skoraði eisini einasta málið í finaluni millum liðini í París í fjør.

Liverpool hevur havt eitt torført kappingarár og er í løtuni á 8. plássi í Premier League. Liðið hjá Klopp hevur tó "líkst sær sjálvum" í seinastuni við tveimum 2-0 sigrum á rað, og nú er Van Dijk aftur frá skaða. Real Madrid jagstrar arvafíggindan Barcelona í oddinum á La Liga; Real er tó átta stig frá oddasessinum. Í kvøld skal liðið hjá Ancelotti hava eitt gott úrslit í verjuni av Champions League-heitinum.

Hin áttandapartsfinalan í kvøld er millum Frankfurt og Napoli. Oddaliðið í Serie A vitjar Evropa League-vinnaran - báðir dystirnir byrja klokkan 20

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder