
14 sigrar í 15 dystum. 43 stig útav 45 gjørligum. Liverpool hevur havt eitt framúr kappingarár í Premier League higartil. Átta stig eru niður til Leicester á 2. plássi og 11 stig niður til Manchester City. Eitt meistaraheiti lúrir í havsbrúnni, og liðið hjá Klopp sær sannførandi og krútsterkt út.
Nógv at klappa fyri hjá Klopp í 2019 (Mynd: EPA)
Liverpool hevur ígjøgnum søguna vunnið enska meistaraheiti 18 ferðir - seinast í 1990. Hóast nógv framúr góð tíðarskeið, hevur felagið ongantíð megnað at spælt 32 dystir upp í slag uttan at tapa í Premier League/1 Division
3. januar vann Manchester City 2-1 á Liverpool, og hetta gjørdist sera týdningarmikið í mun til, at liðið hjá Guardiola fór avstað við meistarheitinum. Síðani hevur frálíka Liverpool-liðið vunnið 27 dystir og javnað fimm dystir í Premier League.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald