Fótbóltur

Liverpool rann frá Southampton í 2. hálvleiki - rennur frá øllum í Premier League

Liðið hjá Jurgen Klopp er heili 22 stig á odda. United spældi aftur ein slakan dyst, men undirhald var á fleiri øðrum leikvøllum í dag.

Mohammed Salah skoraði tvey tey seinastu málini hjá Liverpool í 4-0 sigrinum á Southampton, ið annars stríddist sera væl á Anfield í dag (Mynd: EPA)

Mohammed Salah skoraði tvey tey seinastu málini hjá Liverpool í 4-0 sigrinum á Southampton, ið annars stríddist sera væl á Anfield í dag (Mynd: EPA)

2020-02-01 19:53 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Átta dystir í Premier League eru leiktir í dag. Talan er um 25. umfar.

Fyrsti dysturin var millum nummar trý og fýra á stigatalvuni, og hann var undirhaldandi og lívligur. Øll málini á King Power Stadium komu í 2. hálvleiki. Bæði málini hjá Chelsea komu uppá deyðbólt - tað fyrra í fyrsta álopinum og tað seinna í tjúgu minuttir fyri leiklok (Premer League-toppskjúttin, Tammy Abraham, og Antonie Rudiger stútaðu hvør sítt innlegg í málið). Ímillum tey skoraðu Harvey Barnes og Ben Chilwell fyri Leicester. Liðini tóktust rímiliga nøgd við javnleikin. Champions League-plássið hjá Leicester sær í øllum førum ikki út til at vera í vanda.

[object Object]
Mason Mount legði upp til bæði málini hjá Chelsea - Chilwell legði Leicester á odda 2-0 (Mynd: EPA)

Southampton hótti veruliga Liverpool fyri steðgin, men oddaliðið vísti góðsku og effektivitet í álopsspælinum í 2. hálvleiki. Eftir ein lakan 1. Hálvleik komu teir reyðu í gongd, og Oxlade-Chamberlain, Henderson og tvær ferðir Salah skoraðu góð mál. 4-0, hóast munurin á liðunum á degnum ikki var so stórur; hann var tó har frammnfyri málinum: Southampton megnaði ikki at skora uppá sínar málmøguleikar, men tað gjørdi liðið hjá Klopp, ið nú fer í feriu við 73 stigum útav 75 møguligum og er á veg ímóti einum sera tryggum meistaraheiti og einum kappingarári uttan ósigur.

[object Object]
Allison var í nøkrum førum fyri, tá Ings og co. royndu seg (Mynd: EPA)

[object Object]
Jordan Henderson skoraði til 2-0 og legði væl upp til 3-0 málið. Liðformaðurin gekk aftur á odda á vøllinum fyri Liverpool, ið Klopp hevur ført á tindin aftur (Mynd: EPA)

Tað var undirhaldandi í tveimum øðrum dystum, sum byrjaðu klokkan trý, har Brighton og Everton framdu flott comeback á útivølli móti liðum, ið eru undir strikuni. West Ham var á odda 2-0 og 3-1, og Snodgrass var í hopla við tveimum málum og einum uppleggi, men Brighton fekk javnað til 3-3. Watford legði seg á odda 2-0, men støðan í steðginum var 2-2, eftir at verjuleikarin Yerri Mina gjørdist tvífaldur málskjútti í yvirtíðini. Í yvirtíðini í 2. hálvleiki avgjørdi Theo Walcott dystin fyri liðið hjá Ancelotti. Tá hevði Everton verið ein maður í undirtali í tjúgu minuttir. 

Sheffield United vann 1-0 í London – málverjin hjá Crystal Palace gjørdi eitt klossut sjálvmál. Harvið er liðið hjá Chris Wilder. nú fimm stig frá einum Champions League-plássi. Í Newcastle endaði tað við málleysum javnleiki, tá botnproppurin Norwich vitjaði. Í hinum endanum av landinum vann Bournemouth, hóast heimaliðið spældi við einum leikara í undirtali í 40 minuttir.

[object Object]
Tað gjørdist ikki heilt kvøldið hjá United og Bruno Fernandes (Mynd: EPA)

Á Old Trafford var mest fokus á nýinnkeypta Bruno Fernandes hjá Manchester United. Næstan 50 milliónir pund lat United í vikuni fyri 25-ára gamla portugisiska miðvallaran, ið tó ikki fekk gjørt nakað serligt um seg í debuti’ini. Bæði liðini høvdu sera trupult við at koma til opnar málmøguleikar. Hjá heimaliðnum var tað sama søgan sum so ofta í ár: Meira á bóltinum men megnaði ikki at fáa ferð og góðsku á spælið á seinasta triðinginum. Hetta var triði dysturin á rað hjá United í Premier League uttan at skora. Wolves, ið so at siga bert skuldi hótti við umstillingum, skoraði heldur ikki, og so endaði tað við málleysum javnleiki - møguleikin var annars har at hála inn á Chelsea. 

Í morgin bresta liðini hjá Mourinho og Guardiola saman í London. Arsenal vitjar í Burnley.

Premier League 25. umfar
01.02.2020

Leicester - Chelsea 2-2 (0-0)

Bournemouth - Aston Villa 2-1 (2-0)
Crystal Palace - Sheffield United 0-1 (0-0)
Livepool  Southampton 4-0 (0-0)
Newcastle - Norwich 0-0
Watford - Everton 2-3 (2-2)
West Ham - Brighton 3-3 (2-0)

Manchester United - Wolves 0-0


Í morgin: 

14.00: Burnley - Arsenal
17.30: Tottenham - Manchester City

Støðan: 
1. Liverpool 73 stig
2. Manchester City 51 stig *
3. Leicester 49 stig
4. Chelsea 41 stig
5. Sheffield United 36 stig 
6. Manchester United 35 stig
7. Wolves 35 stig 
8. Tottenham 34 stig *
9. Everton 33 stig
10. Newcaslte 31 stig
11. Southampton 31 stig
12. Arsenal 30 stig *
13. Crystal Palace 30 stig
14. Burnley 30 stig *
15. Brighton 26 stig
16. Bournemouth 26 stig 
17. Aston Villa 25 stig 
18. West Ham 24 stig
19. Watford 23 stig
20. Norwich 18 stig

* Ein dyst færri  


 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder