Fótbóltur

Liverpool skal spæla tveir dystir uppá tveir dagar

Greitt er nú, at dysturin í Carabao Cup móti Aston Villa skal spælast - eitt lítið samdøgur undan hálvfinaluni í HM fyri lið í Katar.

Tað bar ikki til at finna eina betri loysn, og Klopp skal nú veruliga brúka sín hóp (Mynd: EPA)

Tað bar ikki til at finna eina betri loysn, og Klopp skal nú veruliga brúka sín hóp (Mynd: EPA)

2019-11-06 13:03 Author image
Agnar Prestá
placeholder

At desember mánaði er fullur í dystum hjá liðum í Onglandi er ikki nakað nýtt. Ofta verður borið fram av serliga venjarum, at tað er ov nógv av tí góða - serliga kring jól og nýggjár. 

Í ár fær Liverpool eina heilt serliga avbjóðing í vikuni undan jólum. Sum Champions League-vinnari skal Liverpool til HM fyri lið í Katar. Har er dystur á skránni klokkan 17.30 (okkara tíð) 18. desember. Trupulleikin er, at Liverpool kom víðari í Carabao Cup, og harvið er fjórðingsfinala á skránni á Villa Park - 17 desember klokkan 19.45.

Roynt hevur verið at funnið eina betri loysn, men í gjár varð kunngjørt, at Liverpool skal spæla tveir kappingardystir í tveimum ymiskum heimspørtum dag um dag. Jurgen Klopp segði, at allar møguligar loysnir eru troyttaðar, men at allar skapa fleiri trupulleikar enn loysnir. Týski venjarin hevur hótt við at taka Liverpool úr Carabao Cup og segði, at felagið varð trýst av fótbóltsmynduleikunum í støðuni. Hann hevur heitt á UEFA og FIFA til at hittast við venjarum fyri at tosa um tey øru krøvini til leikarar. Klopp segði við miðlar í gjár, nú verður arbeitt við tí bestu loysnini viðvíkjandi hvussu hópurin skal skipast til hesar óvanliga tøttu dystirnar.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder