Fótbóltur

Liverpool takkar tveimum stuðulsleikarum fyri tíðina

Daniel Sturridge og Alberto Moreno verða ikki at síggja í reyðu spælitroyggjuni komandi kappingarár.

2019-06-05 10:39 Author image
Ari av Rana
placeholder

Liverpool hevur havt eitt framúr gott kappingarár, har felagið vann Champions League og endaði nummar tvey í Premier League við heili 97 stigum.

Við betraðu úrslitunum kemur eisini harðari kapping um at eiga pláss á liðinum, og hetta merkja tveir av stuðulsleikarunum í ár nú. Liverpool boðaði í gjár frá, at teir báðir Daniel Sturridge og Alberto Moreno ikki verða at síggja í felagnum komandi kappingarár. Felagið takkar teimum báðum fyri drúgva tænastu, men teirra sáttmálar verða ikki longdir.

Daniel Sturridge kom til felagið í 2013 úr Chelsea. Hann skoraði 67 mál í 160 dystum. Í ár var meiri soltið við spælitíð, og bleiv tað einans til 496 minuttir í 18 dystum. Alberto Moreno kom til felagið í 2014 úr Sevilla. Í ár spældi hann bert 156 minuttir fyri besta liðið.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder