Fótbóltur

Liverpool víðari eftir tryggan samanlagdan sigur á Leipzig

Eins og í fyrra dystinum í Ungarn, vann Liverpool í gjár 2-0. Messi skoraði eitt frálíkt mál í París men brendi brotsspark, og Barcelona var ikki nær við at spæla seg víðari.

Søgur hava frammi um, at Mané og Salah ikki sita so væl um sátt. Í gjárkvøldið skoraðu báðir (Savnsmynd - EPA)

Søgur hava frammi um, at Mané og Salah ikki sita so væl um sátt. Í gjárkvøldið skoraðu báðir (Savnsmynd - EPA)

2021-03-11 14:56 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Eftir dystirnar í gjár er helmingurin av liðunum, sum skulu spæla í fjórðingsfinalunum í Champions League, funnin. Týsdagin spældu Dortmund og Porto seg víðari, og í gjár gjørdu PSG og Liverpool arbeiði liðugt.

Hetta merkir millum annað, at bæði Cristiano Ronaldo og Lionel Messi eru lidnir við at spæla Champions League-fótbólt í hesum kappingarárinum. Teir hava vunnið kappingina fimm ferðir hvør. 33-ára gamli argentinski leikarin skoraði fyri Barcelona í gjárkvøldið. Talan var um eitt sera gott langskotsmál, men stutt frammanundan hevði Kylian Mbappé lagt heimaliðið á odda við brotssparki, og beint fyri stegðin misnýtti Messi brotsspark. Einki mál kom í 2. hálvleiki, og liðið hjá Pochettino vann harvið trygt samanlagt.

[object Object]

[object Object]

[object Object]
Myndir: EPA

Tað gjørdi Liverpool eisini. Liðið hjá Klopp hevði í gjár heimavøll móti RB Leipzig á Puskás Arena í Budapest. Har varð fyrri dysturin millum liðini eisini leiktur orsakað av koronureglugerðini í Týsklandi. Liverpool hevur tapt seks dystir á rað á Anfield og ikki vunnið í sínum seinastu átta har, so tí var tað næstan at meta sum ein fyrimunur fyri Liverpool at spæla aðrastaðni. Tað var málleyst í næstan 70 minuttir í ungarska høvuðsstaðnum. Síðani sló Mohammed Salah til og fýra minuttir seinni økti Mané. Harvið endaði tað 4-0 samanlagt, og Liverpool er komið longur í kappingini enn í fjør.


Champions League áttandapartsfinalur
Í gjár - 10.03 

Liverpool - RB Leipzig 2-0 - Liverpool víðari eftir 4-0 samanlagt - Varð leiktur í Ungarn orsakað av koronareglugerð í Týsklandi

PSG - FC Barcelona 1-1 - PSG víðari eftir 5-2 samanlagt

Týsdagin - 09.03 

Juventus - Porto 2-3 (e.l.l) - Porto víðari eftir 4-4 samanlagt og fleiri mál á útivølli

Dortmund - Sevilla 2-2  - Dortmund víðari eftir 5-4 samanlagt

Týsdagin 16.03
Manchester City - Borussia Mönchengladbach (2-0) - Verður leiktur í Ungarn orsakað av koronareglugerð í Týsklandi

Real Madrid - Atalanta (1-0)


Mikudagin 17.03
Bayern München - Lazio (4-1)
Chelsea - Atletico Madrid (1-0)

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder