Fótbóltur

Livyan kosin at vera best í oktober

Álopskendi miðvallarin úr Brasil hevði eitt sera gott fyrsta kappingarár í B36, og 21-ára gamla Livyan Borges Silva endaði tað eisini væl við nøkrum málum í oktober.

2022-11-09 18:36 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Kvinnurnar hjá B36 endaðu kappingarárið við einum góðum stima. Tær vunnu tríggjar teir seinastu dystirnar og endaðu harvið á fjórða plássi.

Hetta skrivar fsf.fo.

- Ein av orsøkunum til góðu gongdina er Livyan Borges Silva, sum undan kappingarbyrjan kom til felagið úr heimlandinum Brasil.

Livyan spældi allar 21 landskappingardystirnar hjá B36 á tamb, og við 15 málum gjørdist hon eisini toppskjútti fyri árstalsfelagið. Fyri deildina samanlagt endaði hon á javnsettum triðja plássi við landskvinnunum, sum spælir í NSÍ, Stefani Cabral. B36-leikarin er á Farosoccer skrásett fyri fimm upplegg.

Fótbóltssambandið skrivar, at í gjár varð góði endin á kappingarárinum hjá Livyan og B36 staðfestur, tá 21-ára gamla álopskendi miðvallarin varð kosin besti spælari hjá kvinnum í oktober.

- Atkvøðugreiðsluna vann hon í sera tættari kapping við Jensu Tórolvsdóttir úr Víkingi, og stsutt aftanfyri tær var púra javnt millum Sannu Svarvadal og Duritu Hummeland úr KÍ, Rebekku Benbakoura úr HB og Heidi Sevdal úr NSÍ.

Tað er greitt, at Livyan Borges Silva og Jiselle Souza, báðar úr Brasil, halda fram í B36. Livyan er eisini í uppskoti til heiðurin sum ársins áleypari, sum Miðlahúsið og FM1 skipa fyri í samstarvi við Fótbóltssamband Føroya á Hotel Hafnia í morgin.

Tað var Fróði Danielsen, starvsnevndarlimur í FSF, sum handaði einari sera fegnari Livyan heiðurin sum ársins leikari í oktober í B36 húsinum í gjárkvøldið.

[object Object]
Fróði Danielsen frá FSF saman við Livyan Borges Silva í B36-húsinum í gjárkvøldið (Mynd: fsf.fo)

[object Object]
Livyan Borges Silva, Súsanna Maria Hansen og  Jiselle Souza (Mynd: B36)

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder