Hondbóltur

Ljóð: - Villur og kontra kosta okkum

- Í dag kókaði høllin, og vit eru ógvuliga takksamar fyri stóra stuðulin, og at nógv koma við okkum til Basel. Soleiðis sigur málverjin Annika Fríðheim Petersen eftir tepra tapið í Klaksvík - hoyr her.

Eftir dystin her í kvøld heldur føroyski málverjin, at tað er bara at venja nakrar støður upp aftur betri; so kann man veruliga gagnýta sínar styrkir - serliga ferðina - og niðurseta talið av mistøkum (Mynd: Andrei Antal / HSF)

Eftir dystin her í kvøld heldur føroyski málverjin, at tað er bara at venja nakrar støður upp aftur betri; so kann man veruliga gagnýta sínar styrkir - serliga ferðina - og niðurseta talið av mistøkum (Mynd: Andrei Antal / HSF)

2024-11-22 22:15 Author image
Agnar Prestá
placeholder

25-ára gamla Annika Fríðheim Petersen spældi ógvuliga væl saman við føroysku verjuni - og liðnum - í umleið 25 minuttir. Tað var 13-8 til Føroyar, og málverjin, ið vit eina løtu hildu vera liðskipara á degnum, setur niðanfyri orð á hví Føroyar ikki megnaðu at halda.

Í 6 móti 6 í verjustøðu var tað sum oftast heilt gott, men tá Svøriíki sleppur at koyra síni skjótálop - serliga eftir tekniskar villur hjá Føroyum - so gongur tað galið, heldur Annika.

- Ferðin er okkara styrki, og vit skulu gagnýta tað. Skulu bara venja rennimynstur og annað uppaftur betri, so at mistøkini minka(...) um vit spæla upp til okkara allarbesta, so vinna vit á hesum liðnum.

Annika Petersen og hinar fáa møglueikan móti Svøríki B, har spælararnir spæla í bestu svensku ella bestu donsku deildini, í morgin klokkan 16 á Skála.

Les meira um dystin í Klaksvík í kvøld her: Svøríki var sterkari eftir steðgin og vann við einum

Annika Fríðheim Petersen fegnast um nærum fullsetta høll og sterkan stuðul til føroyska liðið - sí myndir frá upphitingartiltakinum HER

Hoyr samrøðuna í bjálkanum niðanfyri:

---------------------------------------------------------

Fyrri venjingardysturin undan EM-endaspælinum
Klaksvíkar Badmintonhøll, fríggjadagin 22. november
Føroyar - Svøríki B 27-28 (15-12)

Dystargongdin:
5 min: 3-2
10 min: 5-3
15 min: 7-5
20 min: 9-7
25 min: 13-8
30 min: 15-12
35 min: 17-14
40 min: 19-18
45 min: 20-20
50 min: 24-23
55 min: 25-26
60 min: 27-28

Málskjúttar hjá Føroyum:
Brynhild Pálsdóttir 4
Jana Mittún 4
Anna Elisabeth Halsdóttir Weyhe 4 (2)
Lukka Arge 4 (3)
Bjørk Franksdóttir Joensen 3
Maria Pálsdóttir Nólsoy 2
Turið Arge Samuelsen 2
Lív Sveinbjørnsdóttir Poulsen 1
Súna Krossteig Hansen 1
Bjarta Johansen 1
Annika Fríðheim Petersen 1 (kastaði í tómt mál)

Upplegg (umframt vunnin brotskøst, sum síðani góvu mál): 
Jana Mittún 11
Bjørk Franksdóttir Joensen 3
Súna Krossteig Hansen 3
Maria Pálsdóttir Nólsoy 3

Bjargingar;
Annika Fríðheim Petersen: 8 bjargingar - eitt brotskast (spældi umleið 45 minuttir).
Rakul Wardum: 4 bjargingar (spældi umleið 15 minuttir)

Seinni EM-fyrireikingardysturin 
Á Skála, leygardagin 23. november
16.00: Føroyar  - Svøríki B

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder