Hondbóltur

Savnast um kvinnulandsliðið í Klaksvík

Nógv børn til upphiting í KÍ-høllina - við hoppiborgum, skotkapping og øðrum - og nú er størsti parturin av plássunum í Badmintonhøllini tikin. Sí nakrar mynd.

Mynd: Andrei Antal/Hondbóltssamband Føroya

Mynd: Andrei Antal/Hondbóltssamband Føroya

2024-11-22 20:03 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Í løtuni spæla Føroyar EM-fyrireikingardyst móti Svøríki B í Klaksvíkar Badmintonhøll. 

Føroyar eru á odda í ferðmikla dystinum, har fleiri ymisk ting verða roynd - talan er um smala leiðslu nú fyrst í 2. hálvleiki.

Stórur stuðul er frá áskoðaraplássinum. Har eru flestu av teimum nakað yvir 600 plássunum tikin og serliga mongu børnini - í landsliðsblusum og við andlitsmáling - rópa og trumma og stuðla EM-liðnum ógvuliga væl.

Undan dystinum hava tey flestu vørnini verið til upphiting í KÍ-høllini, sum Føroya Banki og Hondbóltssambandið stóðu fyri saman við hondbóltsfeløgunum í Klaksvík. Har var møguleiki fyri júst andlitsmáling. 

Eisini vóru hoppiborgir og møguleiki fyri at skjóta uppá mál móti "Anniku Fríðheim Petersen": Hetta var samstundis ein kapping í, hvør kundi skjótast harðast.

Sí nakrar myndir, sum Andrei Antal tók fyri HSF áðrenn dystin:

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder