Føroyar vóru greiðir favorittar undan dystinum móti Grønlandi - tí fyrsta altjóða heimadystinum hjá a-landsliðnum hjá monnum av í 30 ár. Føroyska liðið tyktist ikki at føla trýsti, og tað var so at siga ongantíð nakar ivi um úrsliti.
Myndir: Føroyar - Grønland
Føroyska liðið kom skjótt og væl í gongd í álopsspælinum, og tað varð eisini skjótt greitt, at føroyska liðið var tekniskt og fysiskt væl betri fyri enn tað hjá Grønlandi. Trýst varð lagt á grønlendingarnar í servum og annars sløgum, men tað tóktist eitt sindur sum um, at tað skuldi ikki so nógv til fyri at vinna stigini hjá føroyingunum.
Mynd: Sverri Egholm
Fyrsta setti varð vunnið við níggju stigum - tað seinna var uppaftur meira sannførandi, har tað endaði 25-15. Liðið hjá Bárði Bendix Mikkelsen kom á odda 6-0 og 9-2 og helt eitt gott støði ígjøgnum setti.
Fitt av áskoðarunum vóru komnir at stuðla føroyska liðnum í kvøld (Mynd: Sverri Egholm)
Breiddin í hópinum og gjøgnumgangandi góðskan á liðnum sást eisini, hóast ikki allir komu í spæl. Millum annað víst ungi Hjørtur Joensen av álvara sínar dygdir í sínum fyrsta landsdysti, Thorvald Danielsen spældi sannførandi sum hevari, Steffan Rosenlund Olsen vann nógvar góðar bóltar við sløgum av kantinum, og so var Jóan Petur á Stongum aftur at síggja í eyðkendum stíli sum libero.
Jóhan Petur av Stongum gjørdi comeback undir fyrrverandi liðfelaganum á landsliðnum, Bárði Bendix Mikkelsen (Mynd: Sverri Egholm)
Triðja setti bar eitt sindur brá av, at dysturin varð avgjørdur, og tað vóru so at siga eingir langir og inntensir bóltar. Føroyska liðið byrjaði væl, men gjørdi so líðandi fleiri feilir, og munurin var trý-fýra stig eina løtu. Tó høvdu føroyingarnar rímiliga gott tak á allan vegin.
Í morgin verður avbjóðingin munandi størri, tá Skotland er á skránni. Skotar taptu 3-1 eftir trý tøtt stt móti Íslandi.
EM-kapping fyri smátjóðir
Høllin á Hálsi, 4. oktober
Føroyar - Grønland 3-0
25-16, 25-14, 25-18
Skráin í morgin - leygardagin 5. oktober
Kl. 16.00 Ísland - Grønland
Kl. 19.00 Skotland - Føroyar
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald