Hondbóltur

Løgmaður: Tað frøir eitt hondbóltshjarta

– At vinna EHF Championship er imponerandi. At teir so eisini spæla seg víðari til EM-endaspælið er risastórt, sigur Bárður á Steig Nielsen um sigurin hjá U19-landsliðnum.

(Savnmynd: Jens Kr. Vang)

(Savnmynd: Jens Kr. Vang)

2021-08-23 11:41 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Sigurin hjá U19-hondbóltslandsliðnum hjá monnum móti Hvítarusslandi er eitt ítróttarbragd av teimum heilt stóru, sigur Bárður á Steig Nielsen, løgmaður.

U19-hondbóltslandsliðið vann sunnudagin EHF Championship-kappingina, og spældi seg samstundis víðari til EM-endaspælið í 2022. Hetta, við einum 31-30 sigri á Hvítarusslandi.

– Eg ynski bæði leikarum og hondbóltssambandinum hjartaliga tillukku. At vinna EHF Championship er imponerandi. At teir so eisini spæla seg víðari til EM-endaspælið er risastórt.

Hondbóltssambandið fór fyri fleiri árum síðan undir eitt langsiktað arbeiði at menna føroyskan hondbólt, og løgmaður heldur, at hetta úrslitið vísir, hvussu stóran týdning tað hevur at seta sær høg mál, og at arbeiða miðvíst.

– Eg havi fylgt væl við hesum árganginum, og eg veit, hvussu framsøknir og dugnaligir teir eru. Tí eri eg ikki bilsin av, at teir klára seg framúr væl. Vit hava ongantíð fyrr sæð eitt føroyskt landslið til EM í hondbólti. Tað fara vit nú, og tað frøir eitt hondbóltshjarta, sigur løgmaður.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder