Svanur, sum er eitt ítróttarfelag fyri fólk við rørslu- og menningartarni í Eysturoy, hevur tey seinastu níggju árini skipað fyri einari cupkapping í boccia, ið kallast Svana-cup. Henda kappingin verður í Løkshøll í Runavík mánadagin 08. oktobur.
Kappast verður í boccia fyri rørslu- og menningartarnað. Boccia er eitt bóltspæl, sum er sera spennandi, og sum øll kunnu vera við í uttan mun til aldur, stødd og fysisk evni. Tað eru tveir luttakarar í Boccia í hvørjum spæli, og endamálið er at kasta sínar bóltar so tætt upp at málbóltinum, sum til ber. 13 bóltar eru við í spælinum: 6 bláir, 6 reyðir og 1 hvítur málbóltur.
Í nøkur ár hava vit valt at hava eina kapping fyri áskoðararnar eisini, har tey, sum annars kappast, leggja lag á. Hetta er sera spennandi og skemtingarsamt bæði fyri brúkarar og áskoðarar. Á skránni í ár vera fýra kappingar:
- Kvinnur við menningartarni
- Menn við menningartarni
- Kvinnur og menn við rørslutarni
- Áskoðarar
Torbjørn Jacobsen, borgarstjóri í Runavíkar kommunu, fer at seta tiltakið. Eftir setanina verður kappast, og nr. 1, 2 og 3 í hvørjari kapping fáa heiðursmerki.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald