Annað

London til reiðar at skipa fyri OL aftur

Sadiq Khan, borgarstjóri í bretska høvuðsstaðnum, sigur, at arbeitt verður við einari ætlan um at skipa fyri grønastu olympisku leikunum nakrantíð – Tað eru tíggju ár síðani, London seinast var vertur, og kann býurin gerast vertur aftur í fyrsta lagi í 2036.

Sadiq Khan, borgarstjóri í London sigur, at London longu hevur allar hentleikar til at skipa fyri OL aftur, og hevði sostatt ikki verið neyðugt at byggja nakað nýtt (Mynd: EPA)

Sadiq Khan, borgarstjóri í London sigur, at London longu hevur allar hentleikar til at skipa fyri OL aftur, og hevði sostatt ikki verið neyðugt at byggja nakað nýtt (Mynd: EPA)

2022-07-23 10:34 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Tað eru tíggju ár síðani, at bretski høvuðsstaðurin London var vertur fyri olympisku leikunum, og London er aftur til reiðar at bjóða seg fram sum vert, sigur borgarstjórin Sadiq Khan.

– Vit arbeiða við einari ætlan, sum skal fáa OL aftur til London. Seinastu dagarnar hava vit sæð avleiðingarnar av veðurlagskreppuni í sambandi við hitabylgjum og náttúrueldum. Vit skulu syrgja fyri, at framtíðar leikir verða grønir, og arbeiða vit við einari ætlan um at skipa fyri grønastu olympisku leikunum nakrantíð, sigur hann sambært Ritzau.

Khan sigur, at London longu hevur neyðugu hentleikarnar til at skipa fyri OL, og er tí ikki tørvur á nýbygging.

– Tað góða við London er, at vit ikki skulu úrleiða CO2 fyri at byggja nýggjar hallir, nýggj støð til súkkling, og nýggj støð til svimjing, tí vit hava longu alt, sigur hann.

Seinast London var vertur fyri OL var í 2012. London hevur eisini verið vertur fyri leikunum í 1948 og 1908.

Í 2024 verður OL í franska høvuðsstaðnum París, og amerikanski býurin Los Angeles verður vertur í 2028. í 2032 verður tað avstralski býurin Brisbane. Sostatt verður tað ikki fyrr enn í 2036 í fyrsta lagi, at London kann gerast vertur aftur.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder