Fótbóltur

Longd leiktíð á Tórsvølli

HB hevur havt nakrar stórar møguleikar, men ikki hevur tað eydnast at fingið hol á. B68 hevur verið betri við eftir steðgin og hevur framvegis møguleikan at vinna søguligt steyp.

Framvegis málleyst á Tórsvølli - serliga Mikkel Dahl hevur verið nær við (Mynd: Sverri Egholm)

Framvegis málleyst á Tórsvølli - serliga Mikkel Dahl hevur verið nær við (Mynd: Sverri Egholm)

2023-11-04 18:57 Author image
Agnar Prestá
placeholder

B68 heldur fast við hørðum arbeiði, stinnum verjuspæli, nakað av hepni og nógvum stuðli í rygginum. HB setti seg beinanvegin á steypafinaluna á Tórsvølli og burdi verið á odda í steðginum. Serliga Mathias Præst Nielsen og Mikkel Dahl vóru nær við eftir hegni, men í síðstu løtu vóru B68'arar fyri.

Tað var lítið, sum B68 kom við frameftir í fyrra hálvleiki, men tað er vorið nakað betri. Tað er tó serliga stórbjarging frá Benjamin Schubert, ið ger, at tað framvegis er 0-0.

HB hevur yvirvágina, men B68 hevur framvegis møguleikan - B36'arar sita á nálum, tí evropeiska lagnan hjá felagnum næsta ár hongur í leysum lofti.

[object Object]
Benjamin Schubert toyggir seg í hvøjari lykkju fyri at verja fyri (Mynd: Sverri Egholm)

[object Object]
Mynd: Sverri Egholm

Sí eisini: Myndir: hørð kapping millum áskoðararnar

Finalan um Løgmanssteypið 
Í dag, leygardagin 3. november
17.00: B68 - HB (0-0)


Longda leiktíðin er júst farin í gongd - dysturin sæst á Tórsvølli

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder