Fótbóltur

Longd leiktíð neyðug á Tórsvølli

B36 var á sigurskós í umleið hálvan tíma í 2. hálvleiki, men innskifti Ári Mohr Jónsson hevur syrgt fyri minst hálvum tíma eyka í regninum.

Hannes Agnarsson skoraði til 2-1 fyri B36, men HB hevur svarað aftur (Mynd: Sverri Egholm)

Hannes Agnarsson skoraði til 2-1 fyri B36, men HB hevur svarað aftur (Mynd: Sverri Egholm)

2024-11-02 20:59 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Eins og fyri seks árum síðani, stendur 2-2 á máltalvuni á Tórsvølli, tá HB og B36 hava spælt 90 minuttir umframt tað leysa í finalu um Løgmanssteypið..

Hannes Agnarsson sendi HB á sigurskós tíggju minuttir eftir steðgin, men innskifti Ári Mohr Jónsson skoraði gott mál til 2-2 seint í dystinum.

[object Object]
Ári Mohr Jónsson og HB-fjeppararnir fegnast eftir 2-2 málið í 84. minutti

HB legði eisini stórt trýst seinasta korterið og var væl omaná tá - annars var B36 tað betri fyrstu 70 minuttirnar ella so og nær við at tryggja steypið, evropeiskt pláss og fýra milliónir brutto

Nógv lív í á og uttanfyri vøllin í regninum á Tórsvølli - nú er spunringurin, um mál kemur næsta hálva tíman, ella um neyðugt verður við brotssparkskapping. Tað var tað í 2018.

Fylg við beinleiðis her

[object Object]

Skíggjamynd: portal.fo

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder