NFC-finalan gjørdist ógvuliga tøtt og dramatiskt. Neyðugt var við overtime, og har leveraðu Rams tvey risastór spøl og avgjørdi dystin. Harvið er liðið hjá Sean McVay víðari; tað er fyrstu ferð síðani 2001 at Rams eru í Super Bowl. Tá hevði liðið heimstað í St. Louis og ikki í Los Angeles sum nú.
Tað var ein øðiligur larmur á stóra innandura leikvøllinum í New Orleans, og tað sást, at Saints høvdu fyrimunin av heimavøllinum í byrjanini. Brees og co. settu 13 stig á talvuna fyrsta fjóðringin. Tað kundi verið fleiri, men Rams hildu seg inn í dystinum, og fingu minkað til 13-10 í hálvleikinum.
Verjurnar spældu báðar væl; serliga Saints-verjan langt inn í 3. fjóðingin. Men sjálvt um heimaliðið legði seg á odda við 10 stigum, so svaraðu Rams aftur, og javnaðu tá fimm minuttir vóru eftir av dystin. Eftir eitt langt kast frá Drew Brees sóu Saints út til kunna renna tíðina út og síðani skora tey avgerandi stigini, men so yvirsóu dómararnir eitt týðiligt brot frá einum Rams-verjuleikara á einum avgerandi spælið. Hetta gav Rams tíð til at fáa javna aftur, og so skuldi dysturin avgerast í longdari leiktíð.
Har fekk Saints bóltin fyrst, men 40-ára gamli Bress gjørdi ein feil, sum hann sjálvdan ger. Rams-verjan trýsti hann væl og framdi eina interception. So var ikki langur vegur hjá Goff og álopinum, men tað skuldi tó eitt langt field goal til. Greg "The Leg" Zuerlein er tó kendur fyri sítt sterka bein (harav kemur eyknenvni) og hann smekkaði bóltin ígjøgnum. Hetta førdi til ovurfegnar leikarar úr Los Angeles, meðan tað annars gjørdist sera stillt í Mercedes-Benz Superdome.
Saints-hópurin, venjarin Sean Payton og allir Saints-fjepparar vóru tó ikki stillir umkring dómararnir, og talan var um ein av ringastu dømingunum i einari avgerandi støðu í endaspælinum nakrantíð. Rams eiga tó stórt rós fyri at halda seg væl inni í dystinum, og nøkur stór spøl vóru við at senda liðið til Super Bowl, ið verður leikt um tvær vikur í Atlanta.
Í løtuni spæla Chiefs og Patriots í AFC-finalun. Dysturin kann síggjast á TV3 +
NFC finalan
Mercedes-Benz Superdome
New Orleans Saints - Los Angeles Rams 23-26 (23-23 eftir vanliga leiktíð)
Annað
Los Angeles Rams vann eftir yvirtíð í New Orleans
Tað lá til Saints allan dystin, men ein stórur dómarafeilur, avgerandi spøl frá Rams-verjuni og Goff, og eitt langt field sendi Rams í Super Bowl.
Greg Zuerlein hevði avgerandi sparkið í longdu leiktíðini í kvøld (Mynd: EPA)
2019-01-21 00:10
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald