Fótbóltur

Lucio sett gaggurnar sum 41 ára gamal

Vann heimsmeistaraheitið við Brasil og Champions League við Milan.

Lucio við Champions League steypinum eftir 2-0 sigurin á Bayern München í 2010 (Savnsmynd: EPA)

Lucio við Champions League steypinum eftir 2-0 sigurin á Bayern München í 2010 (Savnsmynd: EPA)

2020-02-01 15:35 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Fyrrverandi brasilski landsliðsleikarin í fótbólti, Lucio, hevur nú sum 41 ára gamal valt at gevast sum fótbóltsspælari.

Lucio spældi 105 dystir á brasilska landsliðnum – tann seinasta í 2011.

Hann hevði eina drúgva karrieru hjá evropeisku stórfeløgunum Bayer Leverkusen og Bayern München í Týsklandi og Inter Milan í Italia. Hann gavst í evropeiskum fótbólti í 2013, og hevur síðan spælt í ymsum brasilskum feløgum, og eisini eitt skifti í FC Goa í India.

Seinasta liðið hann spældi fyri, var Brasiliense FC, eitt felag í brasilska høvuðsstaðnum Brasilia.

- Mín starvsleið sum professionellur fótbóltsspælari er av. Eg eri errin og takksamur mótvegis øllum, sum beinleiðis ella óbeinleiðis hava stuðlað mær gjøgnum árini, sigur Lucio við brasilska miðilin Globo Esporte.

Lusio vann heimsmeistaraheitið fyri Brasil í 2002. Hann var liðskipari á landsliðnum frá 2006 til 2011.

Hann vann trý týsk meistaraheiti við Bayern München og í 2010 vann hann bæði italska meistaraheitið og Champions League við Inter. Champions League sigurin hjá Inter í 2010 var júst móti fyrrverandi liðnum hjá Lucio, Bayern München. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder