Fótbóltur

Luis Enrique stegðar sum landsliðsvenjari

Talan er um persónligar orsøkir, og maðurin ið stóð á odda fyri spanska liðnum í Føroyum herfyri Robert Moreno, tekur yvir.

Robert Moreno - her á tíðindafundi í B36-húsinum undan dystinum Føroyar - Spania (Mynd: Jens Kr. Vang)

Robert Moreno - her á tíðindafundi í B36-húsinum undan dystinum Føroyar - Spania (Mynd: Jens Kr. Vang)

2019-06-19 16:02 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tað kom óvart á, tá boðað varð frá, at Luis Enrique ikki fór at vera við á ferðini til Føroyar í samband við EM-undankappingardystin Tórsvølli. Høvuðsvenjarin á spanska landsliðnum hevur eina glæsiliga yrkisleiðsum leikari aftanfyri seg- Serliga gjørdi hann vart við seg í Barcelona og Real Madrid, og hann hevur eina søgu viðvíkjandi Føroyum. Í undankappingini til HM í 1998 skoraði Enrique í báðum dystunum ímóti Føroyum.

Tað varð ikki farið inn á júst hví, tá spanska fórbóltssambandið gjørdi greitt at hjálparvenjarin Robert Moreno fór at standa sum oddamaður í dystunum ímóti Føroyum og Svøríki. Bara at tað vóru persónligar orsøkir. Og hetta er eisini grundgevingin, ið Luis Rubiales gav í dag á tíðindafundi, tá forsetin í spanska fótbóltssambandinum boðaði frá, at 49-ára gamli Enrique hevur lagt frá sær. 

[object Object]
(Luis Enrique var ikki við til tíðindafundin í dag - hann hevur verið burtur frá almenninginum í eina tíð - Mynd: EPA)

Lítið er greitt um júst hví, men gitingarnar eru, at talan er um álvarsliga sjúku í familjuni, ella hjá Enrique sjálvum. Hetta ger, at nýggjur maður skal nú stjórna spanska liðnum, og avloysarin verður Moreno. 41-ára gamli maðurin hevur verið hjálparvenjari hjá Enrique í AS Roma, Celta Vigo og síðani í fleiri ár í FC Barcelona. Eftir at Enrique steðgaði í Barca í 2017, fór Moreno aftur til Celta Vigo í starvið sum hjálparvenjari. Hann vendi tó aftur til Enrique, tá hann tók við sum spanskur landsliðsvenjari eftir HM í fjør.

Fyrsta uppgávan hjá Robert Moreno sum høvuðsvenjara verður í Rumenia 5. september. Tríggjar dagar seinni vitja Føroyar í Gijón. Spania hevur fult stigatal eftir fýra dystir og hevur beinleiðis kós ímóti EM-endaspælinum. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder