Fótbóltur

Luka Modric gjørdist heimsins besti fótbóltsleikari

Hjá kvinnunum vann danska Pernille Harder.

2018-08-30 18:26 Author image
Ari av Rana
placeholder

Í samband við lutakastið til teir 8 bólkarnar í Champions League komandi kappingarár, vóru heimsins bestu fótbóltsleikarar hjá kvinnum og monnum eisini kunngjørdir.

Hjá monnunum var tað Luka Modric úr Real Madrid sum fór avstað við heitinum. Hinir báðir tilnevndu vóru Cristiano Ronaldo úr Juventus og Mohamed Salah úr Liverpool.

Luka Modric hevði eitt framúr kappingarár, har hann gjørdist Champions League vinnari við Real Madrid og besti leikari í HM í Russlandi, har hann førdi Kroatia til finaluna.

Hjá kvinnunum var tað danska Pernille Harder úr týska Wolfsburg sum gjørdist heimsins besti kvinnuligi fótbóltsleikari.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder