Fótbóltur

Lukaku verður aftur Chelsea-leikari

Áleyparin spældi fyri felagið í árunum 2011-2014 - nú er Lukaku í London til læknakanning fyri at gjøgnumføra flytingina frá Inter Milan, ið fær beint undir 100 milliónir pund fyri 28-ára belgiska leikaran.

Romelu Lukaku verður ikki at síggja í Inter-troyggjuni næsta á (Mynd: EPA)

Romelu Lukaku verður ikki at síggja í Inter-troyggjuni næsta á (Mynd: EPA)

2021-08-10 13:59 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Hann fór úr enskum fótbólti í 2019, og síðani hevur hann skorað 47 mál í 72 dystum fyri Inter Milan í Serie A, umframt nógv afturat í evropeiskum kappingum. Í Premier League umboðaði sterki áleyparin Manchester United, Everton, West Bromwich og fyrst Chelsea, ið keypti hann sum tannáring úr Anderlecht. Romelu Lukaku spældi tó bert 15 dystir fyri besta liðið hjá Chelsea - skjótt verður talan um fleiri.

Chelsea hevur jagstrað Lukaku seinastu tíðina, og nú skriva bretskir miðlar at hann er í London til læknakanning, og at tað verður talan um ein keypsprís á 97 milliónir pund. Talan er um beint yvir 850 milliónir krónur - tað er beint undir prísin, ið Manchester City rindaði fyri Jack Grealish. Um flytingin kemur ígjøgnum er eingin leikari nakrantíð samanlagt seldur fyri so nógvan pening - Everton, Manchester United og Inter Milan hava áður keypt belgiska áleyparan fyri lutfalsliga nógvan pening.

28-ára gamli Lukaku skal styrkja álopspartin hjá Chelsea, sum í fjør keypti Timo Werner til fremsta plássið. Týskarin hevur ikki sligið heilt til - og Thomas Tuchel hevur lýst týdningin av at keypa ein "veruligan 9'ara" og sum heild at styrkja liðið, nú hini felagið eisini styrkja seg. 

Lukaku skoraði 24 mál í Seria A, tá Inter vann deildina fyri fyrstu ferð í ellivu ár. Nú hann kemur til Chelsea fer Tammy Abraham avstað. Roma keypir 23-ára gamla áleyparan fyri 34 milliónir pund.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder