Fótbóltur

Lukasz Cieslewicz til Víking

Fyrrverandi B36 leikarin hevur í dag skrivað undir tvey ára sáttmála við Víking.

Mynd: Víkingur

Mynd: Víkingur

2019-11-23 15:04 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Lukasz Cieslewicz hevur í dag skrivað undir tvey ára sáttmála við Víking. Tað boðar felagið frá í dag.

32 ára gamli pólendingurin kom til Føroyar at spæla fótbólt í 2011. Síðan tá hevur hann umboðað B36, og hevur hann spælt 205 dystir og skorað 74 mál í Betri deildini.

Royndi leikarin hevur nú valt at royna nýggjar leiðir, og fegnast tey í Víkingi um at hava gjørt sáttmála við Lukasz.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder