35 ára gamli póllendingurin Lukasz Cieslewicz fer at standa á odda fyri besta kvinnuliðnum hjá HB.
Avtala er gjørd við hann um at verða høvuðsvenjari komandi tvey árini.
(Savnsmynd: Sverri Egholm)
Sum hjálparvenjara hevur Lukasz fingið ein garvaðan HBara, nevniliga Óla Hendrik av Fløtum. Óla Hendrik var í fjør fysiskur venjari hjá EB/Streymi, men áðrenn hetta hevur hann í fleiri umførum verið virkin í venjaraleiklutum í HB. Arbeitt verður eisini við at seta ein málmansvenjara til kvinnurnar, og hesin verður væntandi settur innan stutta tíð, sigur HB.
Lukasz er eitt vælkent navn í føroyskum fótbólti, har hann hevur spælt síðani 2011. Fyrst fleiri ár við B36, síðani Víkingi og síðstu tvey árini við B68.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald