Í gjárkvøldið gjørdist greitt, hvørji trý tey síðstu liðini í Champions League-bólkaspælinum 2022 eru.
Dinamo Zagreb, FCK og Glasgow Rangers vunnu samanlagt á ávíkavist Bodø/Glimt, Trabzonspor og PSV Eindhoven, og harvið eru kroatisku og donsku meistararnir, umframt skotska stórfelagið í pottinum í Nyon í kvøld, tá lutur verður kastaður um bólkabýtið í bólkaspælinum.
Les eisini: FCK einasta norðurlendskt lið eftir í Champions League
Eftir dystirnar í gjár kunngjørdi UEFA endaliga styrkisbólkarnir:
1. pottur:
Real Madrid (Spania), Eintracht Frankfurt og Bayern München (Týskland), Manchester City (Ongland), Milan (Italia), PSG (Frakland), Porto (Portugal) og Ajax (Niðurlond).
2. pottur:
Liverpool, Chelsea og Tottenham (Ongland), Barcelona, Atlético Madrid og Sevilla (Spania), Juventus (Italia) og RB Leipzig (Týskland).
3. pottur:
Borussia Dortmund og Bayer Leverkusen (Týskland), Red Bull Salzburg (Eysturríki), Shakhtar Donetsk (Ukreina), Inter Milan og Napoli (Italia), og Benfica og Sporting CP (Portugal)
4. pottur:
Glasgow Rangers og Celtic (Skotland), Dinamo Zagreb (Kroatia), Marseille (Frakland), FC København (Danmark), Club Brügge (Belgia), Viktoria Plzen (Kekkia) og Maccabi Haifa (Ísrael).
Eitt lið úr hvørjum styrkislagi verður í hvørjum bólki. Lutakastið byrjar klokkan 17, og til ber at fygja við á uefa.com.
Vanliga byrjar bólkaspælið í Champions League miðskeiðis í september og er liðugt beint undir tríggjar mánaðir seinni. Men av tí at HM-endaspælið í Katar byrjar 18. november, verður bólkaspælið hesuferð avgreitt uppá bert níggju vikur og byrjað verður um undir tvær vikur
Dystardagur 1: 6/7 September
Dystardagur 2: 13/14 September
Dystardagur 3: 4/5 October
Dystardagur 4: 11/12 October
Dystardagur 5: 25/26 October
Dystardagur 6: 1/2 November
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald