FC København verður einasta norðurlendska liðið, sum verður við í bólkaspælinum í Champions League í ár.
Seinastu play-off dystirnir vórðu spældir í gjárkvøldið. FCK spældi á útivølli í Turkalandi móti Trabzonspor, og dysturin endaði 0-0.
Tað var nóg mikið fyri donsku meistararnar, við tað at teir vunnu 2-1 á heimavølli, og teir hvítu úr Keypmannahavn spældu seg sostatt í Champions League bólkaspælið fyri fyrstu ferð síðan 2017.
Hinvegin eydnaðist tað ikki Bodø/Glimt, sum KÍ møtti í fyrsta undanumfari, at spæla seg í bólkaspælið.
Men teir vóru ógvuliga nær við. Eftir at hava vunnið 1-0 á Dinamo Zagreb heima á Aspmyra í Bodø, taptu teir 1-2 í Zagreb í gjárkvøldið. Nýinnkeypti danski áleyparin Albert Grønbæk skjeyt norska málið seint í dystinum eftir at kroatar vóru komnir á odda 2-0.
Norðmenn stríddust í longdu leiktíðini, og vóru nær við at skora, men móti endanum vóru tað hinir, ið fingu bóltin í netið, ikki bert eina verð, men tvær ferðir.
Sostatt endaði ævintýrið hjá Bodo/Glimt í vónloysi hesaferð, men teir sleppa nú í staðin at spæla í bólkaspælinum í Europa League.
Norðmenn vónbrotnir meðan kroatar kundu fegnast um at koma í bólkaspælið enn einaferð (Mynd: EPA)
Lutakast til bólkaspælið verður í kvøld. Tey 32 liðini, sum eru við í Champions League:
1. pottur: Real Madrid (Spania), Eintracht Frankfurt og Bayern München (Týskland), Manchester City (Ongland), Milan (Italia), PSG (Frakland), Porto (Portugal) og Ajax (Niðurlond).
2. pottur: Liverpool, Chelsea og Tottenham (Ongland), Barcelona, Atlético Madrid og Sevilla (Spania), Juventus (Italia) og RB Leipzig (Týskland).
3. pottur: Borussia Dortmund og Bayer Leverkusen (Týskland), Red Bull Salzburg (Eysturríki), Shakhtar Donetsk (Ukreina), Inter Milan og Napoli (Italia), og Benfica og Sporting CP (Portugal)
4. pottur: Glasgow Rangers og Celtic (Skotland), Dinamo Zagreb (Kroatia), Marseille (Frakland), FC København (Danmark), Club Brügge (Belgia), Viktoria Plzen (Kekkia) og Maccabi Haifa (Ísrael).
Tvey norðurlond verða við í bólkaspælinum í Europa League: Bodø/Glimt úr Noregi og FC Midtjylland úr Danmark.
Seinastu play off-dystirnir í Conferance League verða spældir í kvøld.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald