placeholder
Fótbóltur

Lutakastið til áttandapartsfinalurnar verður um ein tíma

Nakrar stóruppgerðir eru í væntu í Champions League í februar..

Liverpool roynir at verja sítt heiti, og kann í áttandapartsfinalunum millum annað trekkja bæði Madrid-feløgini og gamla liðið hjá Klopp: Dortmund (Mynd: EPA)

Liverpool roynir at verja sítt heiti, og kann í áttandapartsfinalunum millum annað trekkja bæði Madrid-feløgini og gamla liðið hjá Klopp: Dortmund (Mynd: EPA)

2019-12-16 10:02 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Í farnu viku gjørdist endaliga greitt, hvørji 16 lið komu víðari úr bólkaspælinum í Champions League.

Eitt'arar: 

PSG, Bayern, City, Juventus, Liverpool, Barcelona, RB Leipzig og Valencia

Tvey'arar:
Real Madrid, Tottenham, Napoli, Dortmund, Lyon, Chelsea, Atalanta og Atletico Madrid

Liðini ið hava vunnið sín bólk verða paraði saman við einum tvey'ara. Sum sæst omanfyri kann tað endað við nógvum sera spennandi uppgerðum. Til ber at fylgja við lutakastinum á heimasíðuni hjá UEFA.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder