Hondbóltur

Lutakastið til HM-undankappingina hjá kvinnum verður í dag

17 lið eru styrkismett í 4 bólkar. Føroyar eru styrkismettar í triðja bólki.

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

2020-07-08 10:25 Author image
Niels Pauli Danielsen
placeholder

Lutakastið til HM-undankappingina hjá kvinnum verður í dag klokkan 14.00.

17 lið eru styrkismett í 4 bólkar, har Føroyar eru styrkismettar í bólki 3. Liðini sum enda nr. 1 og 2 í bólkunum koma víðari og skulu spæla tveir play-off dystir, úti og heima, móti liðunum, sum eru styrkismett omanfyri.

Londini sum eru styrkismett omanfyri eru Kroatia, Kekkia, Danmark, Frakland, Týskland, Ungarn, Montenegro, Noreg, Pólland, Rumenia, Russland, Slovenia, Serbia og Svøríki.

Bólkarnir  til lutakastið síggja soleiðis út.

1 Eysturríki, Hvítarussland, Slovakia, Turkaland og Makedonia.
2 Ukraina, Italia, Sveis, Íslands og Portugal.
3 Litava, Føroyar, Kosova, Ísrael og Finnland.
4 Grikkaland og Luksemborg.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder