Fótbóltur

Lutfalsliga lítil áhugi fyri landsliðnum

Undir 2.000 atgongumerki eru higartil seld til dystin móti Albania í annaðkvøld. Eitt samdøgur er til undankappingardystin á Tórsvølli.

Umleið 2.000 tóm setur vóru á Tórsvølli leygardagin, tá Føroyar taptu 0-3 fyri Kekkia. Nú gera menninir seg til reiðar at stríðast fyri tjóðina aftur (Mynd: Sverri Egholm)

Umleið 2.000 tóm setur vóru á Tórsvølli leygardagin, tá Føroyar taptu 0-3 fyri Kekkia. Nú gera menninir seg til reiðar at stríðast fyri tjóðina aftur (Mynd: Sverri Egholm)

2023-06-19 19:21 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Sum tað sær út nú, verður minni enn hálvfult á tjóðarleikvøllinum í annaðkvøld, tá Føroyar taka móti Albania í EM-undankappingardysti.

Í løtuni eru færri enn 2.000 atgongumerki seld. Sambært upplýsingum hjá FSF var talið beint omanfyri 1.800 fyrr í kvøld. 5.186 setur eru á Tórsvølli. 

Til dystin móti Kekkia leygarkvøldið vóru beint omanfyri 3.200 fólk til dystin. Áskoðaratalið til undankappingardystir á heimavølli seinastu stóru tíggju árini hevur oftast ligið millum 3.000 og 4.000. Í summum førum, tá lond sum Danmark, Svøríki og Týskland hava vitjað, hevur verið fullsett, og tað er ikki annars ikki heilt sjálvdan, at talið nærkast 5.000. 

[object Object]

Í mun til íbúgvaratalið í Føroyum, so er umleið 2.000 áskoðarar ikki so lítið, men so lágt er talið heilt sjálvdan á Tórsvølli til undankappingardystir hjá A-landsliðnum.

Væntast kann helst, at nøkur atgongumerki verða seld afturat áðrenn fyrsta bríksl klokkan 19.45 í morgin, týsdagin 20.06 - í dag eru nøkur hundrað seld. Til Nations League í fjør vóru millum 2.000 og 2.500 fólk til hvønn dyst. Sannlíkt er, at eitt tal sum hetta verður í annaðkvøld.

Til ber at keypa atgongumerki í nethandlinum hjá Fótbóltssambandi Føroya.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder