Tá mótstøðuliðið hjá Villareal skuldi trekkjast, kom Manchester United fyrst upp úr bollanum millum liðini, ið endaðu nummar eitt í bólkaspælinum. United átti tó ikki at vera har, í hesum førinum, tí United og Villareal vóru í bólki saman.
Av onkrari orsøk varð Manchester United so ikki ein møguleiki hjá næsta tvey'aranum Atletico Madrid, og varð til enda parað saman við PSG, ið á pappírinum var truplasta mótstøðuliðið av tvey'arunum.
Following a technical problem with the software of an external service provider that instructs the officials as to which teams are eligible to play each other, a material error occurred in the draw for the UEFA Champions League Round of 16.
— UEFA (@UEFA) December 13, 2021
Tað, at hasi viðurskiftini við kúluni við Manchester United í fóru fram, er eitt grovt tekniskt mistak - UEFA gevur einum veitara uttanfrá skuldina. Hetta varð ikki varnast beinanvegin, men nú hevur UEFA tikið avleiðingarnar av mistakinum kunngjørdi fyri lítlari løtu síðani, upprunaliga lutakastið er strikað, og at eitt nýtt verður klokkan 14.
Hetta er eitt eindømi í Champions League søguni higartil, og hetta kann hava stórar broytingar við sær - nógvir av favorittunum sótu helst við nøgdsemi eftir lutakastið fyrrapartin.
Upprunaliga lutakastið:
Benfica - Real Madrid
Villareal - Manchester City
Atletico Madrid - Bayern München
RB Salzburg - Liverpool
Inter Milan - Ajax
Sporting CP (Sporting Lissabon) - Juventus
Chelsea - LOSC Lille
PSG - Manchester United
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald