Føroyar fingu eisini eitt bronsuheiðursmerki á leikvøllinum fyri frælsar ítróttir í kvøld.
Tað var Lydia Poula Simonsen, sum vann bronsu í kúluvarpi.
Lydia kastaði kúluna út á 11,14 metrar, og tað var besta kastið í kvøld, um sæð verður burtur frá Saaremaa.
Linda Kivistik – sama kvinnan sum vann spjótkastið í gjárkvøldið – var eisini tann, sum fekk kúluna longst út. 12,55 metrar gav gull, og silvur fór eisini til Saaremaa, tá Airike Kapp stoytti kúluna út á 11,75 metrar.
Longu í fyrsta umfari løgdu Kivistik og Kapp seg fram um føroysku Lydiu, og støðan var óbroytt gjøgnum alla kappingina, hóast allar tríggjar megnaðu at betra sítt varp nakrar gjøgnum kappingina.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald