- Í eina tíð hevur verið óvist hvagar leiðin gekk hjá Mads, men nú er greitt at hann verður okkara í heili tvey ár afturat.
Soleiðis skrivar KÍ á heimasíðu sínari í kvøld. 24-ára gamli miðvallarin skrivaði undir nýggjan sáttmála við KÍ síðsta summar. Avtalan gekk út á nýggjárinum, og ymiskt bendi á, at Mads Boe Mikkelsen skuldi skifta felag í vetur.
At hann nú hevur longt kann vísa seg at gerast týdningarmikið fyri KÍ - serliga um hann finnur stigið frá einum góðum parti av 2022, tá Mads Mikkelsen var ein profilur í deildini.
Mads Boe Mikkelsen í bólkaspælsdysti móti Slovan Bratislava. Her legði nummar 6 KÍ á odda við flottum máli (Mynd: Sverri Egholm)
Mads hevur eitt altjóða stig við bóltinum og hevur seinastu tvey árini skorað trý evropeisk mál fyri KÍ, umframt sítt fyrsta A-landsliðsmál. Samanlagt er maðurin, ið er uppvaksin í Danmark, skrásettur fyri 8 A-landsdystir. Hann hevur spælt 68 dystir í øllum kappingum fyri KÍ og skotið tólv mál.
- Sum leikari er Mads tekniskur, driblisterkur og ómetaliga skjótur. Hann dugur sera væl at seta viðleikarar í góðar støður og er sera vandamikil ein ímóti einum í álopsstøðu. Vit í felagnum eru sera fegin um longda sáttmálan og gleða vit okkum at síggja kvika driblisterka nr.6 í bláum búna í 2024 og 2025, skrivar KÍ at enda.
Tøl: FaroeSoccer og FSF
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald