Hondbóltur

Magna og Marianna skulu spæla saman í HIK

Føroysku leikararnir hava skift frá Ajax København og skulu royna at verða við til at fáa fremsta kvinnuliðið hjá felagnum beint norðanfyri Keypmannhavn upp í næstbestu deildina.

Magna Tórðardóttir

Magna Tórðardóttir

2020-07-09 18:42 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Í fjør skifti Marianna Geirsdóttir Eystberg, sum tá var ársins leikari í føroyskum hondbólti, úr Kyndli til Ajax København. Bakspælarin fekk ikki sítt stóra gjøgnumbrot í stórfelagnum, og í mai kunngjørdi HIK Håndbold, at føroyski landsliðsleikarin skuldi styrkja um besta liðið hjá felagnum, ið er í triðbestu donsku deildini og sum hevur sum mál at flyta upp í 1. division.

[object Object]
Marianna Eystberg í dysti fyri Kyndil. Bakspælarin skal komandi kappingarár spæla í hvítum og bláum (Mynd: Sverri Egholm)

Nú er greitt, at Magna Tórðardóttir, ið eins og Marianna er uppvaksin í Kyndli og hevur nógvar royndir á føroysku ungdómslandsliðunum, eisini skal umboða HIK komandi kappingarár. Tað kunngjørdi felagið á Facebook-síðu sínari í gjár.

Magna er lám, og skal spæla á høgra vongi hjá HIK. Hon hevur frá januar 2019 verið partur av Ajax København og hevur gingið á Håndbold college í Holbæk.

HIK (Hellerup Idrætsklub) hevur heimstað beint norðanfyri Keypmannahavn. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder