Fótbóltur

Magni Mohr skrivað grein um venjingartyngd og kropsligar førleikar hjá spælarum í LaLiga

Greinin lýsir samspælið ímillum venjingartyngd og broytingar í kropsligum førleikum hjá spælarum í sponsku LaLiga.

2019-05-29 19:21 Author image
Ari av Rana
placeholder

Magni Mohr, professari, er høvuðsrithøvundur í nýggjari grein, sum hann hevur skrivað saman við donskum, sponskum og portugisiskum granskarum. Greinin er almannakunngjørd í tíðarritinum ‘Journal of Sport Science’ og viðger kanningar av, hvussu venjingartyngd og kropsligir førleikar samspæla hjá fótbóltsspælarum í bestu sponsku kappingini, La Liga, sum kanska er heimsins sterkasta fótbóltsliga.

Kanningin vísir m.a., at fótbóltsspælarar á hægsta altjóða stigi menna sínar kropsligir førleikar ígjøgnum seinastu helvt av kappingini, umframt at teir leikarar, sum hava størstu arbeiðstyngdina í venjing, eisini eru teir, sum hava størstu framgongdini í kropsligum førleika.

Hetta er fyrsta kanning av slíkum slag, sum samanber dystar- og venjingarstrongd við broytingar í kropsligum førleika yvir eitt longri tíðarskeið hjá spælarum á allarhægsta altjóða stigi, sigur Magni Mohr, sum eisini hevur arbeitt sum venjari í La Liga, við heimasíðuna Gransking.fo.

- At hava greinaðar dátur frá venjing og dysti, umframt broytingar í kropsligum førleika hjálpir okkum at skilja tað kropsligu strongd, sum leikarar á hægsta stigi uppliva. T.d. síggja vit, at teir leikarar, sum eru mest kropsliga strongdir í dysti og venjing, eisini eru teir, sum menna seg mest ímóti endanum av kappingartíðarskeiðinum. Hetta setir spurnartekin við venjingartilgongdina í kappingarfótbólti og um undirvenjing ikki er ein størri trupulleiki enn yvirvenjing, sigur Magni Mohr, sum er professari og dekanur á Fróðskaparsetri Føroya, og eisini gestaprofessari á Syddansk Universitet.

Greinin kallast ‘Training load and submaximal heart rate testing throughout a competitive period in a top-level male football team.’ Høvundarnir eru: Vincenzo Rago, Peter Krustrup, Rafael Martín-Acero, António Rebelo og Magni Mohr.

Samandráttur kann lesast her.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder