Fótbóltur

Magni Mohr við í nýggjari bók um toppfótbólt

Føroyski professarin og granskarin hevur sjálvur royndir sum kropsligur venjari í stórum feløgum í stórum deildum og hevur skrivað tveir høvuðspartar í bókini "Strength and Conditioning for Football - From Science to Practice".

- Í dag er toppfótbóltur ein kapping um vitan, sum støðugt broytist. Tað, sum var rætt í gjár, er minni rætt í dag, og tí arbeiða tey fremstu vitanargrundað og saman við granskarum, staðfestir Magni Mohr. Her sæst hann sum fysiskur venjari hjá spanska Deportivo La Coruna - undir liðuni á Clarence Seedorf

- Í dag er toppfótbóltur ein kapping um vitan, sum støðugt broytist. Tað, sum var rætt í gjár, er minni rætt í dag, og tí arbeiða tey fremstu vitanargrundað og saman við granskarum, staðfestir Magni Mohr. Her sæst hann sum fysiskur venjari hjá spanska Deportivo La Coruna - undir liðuni á Clarence Seedorf

2025-01-22 21:46 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Bókin Strength and Conditioning for Football - From Science to Practice kemur út í mars á stóra forlagnum Routledge, og Magni Mohr er partur av nýggju bókini um toppfótbólt, sum kemur út í næstum 

Magni Mohr er professari á Fróðskaparsetri Føroya. Hann hevur eisini drúgvar royndir í fótbóltsheiminum og við at granska fótbólt.

- Magni Mohr, professari, er millum mest endurgivnu fótbóltsgranskararnar í vísindaligum bókmentum, umframt at hann hevur arbeitt fyri fremstu fótbóltslið í millum annað Serie A í Italia, Premier League í Onglandi, LaLiga í Spania og fleiri landslið, og hann hevur skrivað tveir høvuðspartar í bókini, skrivar setur.fo.

Vágbingurin hevur áður starvast fyri millum annað Chelsea, Juventus, danska fótbóltssambandið og verið fysiskur venjari hjá føroyska landsliðnum og á fleiri FM- og steypavinnandi liðnum.

Nýggj gransking - umseta vísindini til praktiska venjing og fyrireiking

Bókin er um 350 síður. Tað eru fólk, sum granska í toppfótbólti, og kropsligum venjarum úr mongum londum, ið hava skriva. Bókin viðger nærum øll øki av kropsligari venjing og fyrireiking í toppfótbólti. 

Magni Mohr hevur skrivað fyrsta partin, har kropslig krøv í nýmótans toppfótbólti verða viðgjørd (Physical and Physiological Demands of Football). Samstarv hevur verið við persónar við ábyrgd av kropsliga partinum í italska og portugisiska fotbóltssambandinum.

Føroyski professarin hevur eisini skrivað partin um skipan av kropsligari venjing (Periodization: Planning Fitness Training in Football) saman við italskum, pólskum og donskum granskarum, umframt kropsligum venjarum.

- Hetta er ein bók, sum tekur støði í nýggjari gransking, men eisini ein útgáva, har vit royna at umseta vísindini til praktiska venjing og fyrireiking. Tí eru tað vit, sum hava granskað mest í hesum, sum eru biðin um at skriva bókina, men eins týdningarmikið er tað, at tey, sum eru við, hava hollar praktiskar royndir frá toppfótbólti og tískil eisini kenna praktiska veruleikan, sigur Magni Mohr, professari.

[object Object]Savnsmynd: Sverri Egholm

- Í dag er toppfótbóltur ein kapping um vitan, sum støðugt broytist. Tað, sum var rætt í gjár, er minni rætt í dag, og tí arbeiða tey fremstu vitanargrundað og saman við granskarum. Hetta hevur verið á veg í áratíggju og longu, tá ið eg var í Chelsea fyri mongum árum síðani, hevði liðið eina stóra ítróttargranskingardeild, so øll tey fremstu liðini arbeiða granskingargrundað nú. Brúk av tøkni er eisini vorðin ein stórur partur av gerandisdegnum í úrvalsfótbólti, og tá er neyðugt at hava fólk, sum skilja, hvussu dátur kunnu brúkast og, sum kanska er meira týdningarmikið, hvussu dátur ikki kunnu brúkast

Magni Mohr hevur skrivað fleiri enn 200 vísindaligar greinir um fótbólt og venjingarfysiologi, umframt fleiri bøkur og bókakapitlar.

Strength and Conditioning for Football - From Science to Practice kemur út fyrst í mars mánaði.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder