Fótbóltur

Magnus avloysir Ára

Enn ein útskifting á A-landsliðnum: Vinstri bakkur úr B36 avloysir skaddan vinstra bakk úr HB.

Magnus Egilsson beint áðrenn venjingina á Tórsvølli í gjár. 29-ára gamli vinstri bakkurin hevur spælt tveir A-landsdystir (Mynd: Sverri Egholm)

Magnus Egilsson beint áðrenn venjingina á Tórsvølli í gjár. 29-ára gamli vinstri bakkurin hevur spælt tveir A-landsdystir (Mynd: Sverri Egholm)

2023-06-14 07:43 Author image
Agnar Prestá
placeholder

- Í seinasta landskappingardysti fyri HB fór Ári Mohr Jónsson skaddur av vøllinum. Og nú er greitt, at rennisterki bakkurin ikki verður nóg birgur til landsdystirnar, sum eru á skránni í næstum.

Soleiðis skrivar Fótbóltssamband Føroya á heimasíðu sínari.

Ístaðin fyri skadda Ára hevur Håkan Ericson úttikið Magnus Egilsson úr B36. Hann var fyrstu ferð við A-landsliðnum á heysti 2018. Hetta var eitt ógvuliga gott kappingarár hjá Magnusi á vinstra bakki hjá HB - undir Heimiri Guðjónsson. Hann kom ikki inn til nakran Nations League-dyst, men var nógv við árið eftir eisini og spældi tvær dystir sum innskiftari - fyrst í Spania og síðani í 1-0 sigrinum á Malta á Tórsvølli.

[object Object]
Ári Mohr Jónsson og Magnus Egilsson við A-landsliðnum í november 2019 (Mynd: Sverri Egholm)

[object Object]
Magnus Egilsson í dystinum í Conference League í fjør, har hann ikki gjørdi mætari enn at skora hattrikk (Mynd: Sverri Egholm)

Hávaksni havnamaðurin er harvið skrásettur fyri tveir A-landsdystir fyri Føroyar. Eftir kappingarárið í 2019 fór hann við Heimiri til Val í Íslandi, men vantandi spælitíð og skaðar órógvaðu menningini og vóru við at forða fyri landsliðsplássi. Síðani kappingarbyrjan í 2022 hevur Magnus spælt sum fastur vinstri bakkur hjá B36, og í fjør skoraði Magnus Egilsson hattrikk, tá B36 sendi Borac Banja Luka úr Conference League.

Seinnapartin týsdagin hevði manslandsliðið fyrstu venjingina undan landsdystunum móti Kekkia og Albania, sum verða leygardagin 17. juni, og týsdagin 20. juni. Báðar dagarnar er avspark klokkan 19:45.

Sí eisini: Myndir: Komu í gongd aftur í góðveðrinum

Liðið venur aftur seinnapartin, og vit hava ymiskt tilfar úr leguni hesar dagarnar.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder