07 Vestur og Magnus Holm Jacobsen hava undirskrivað sáttmála, og 22-ára gamli miðvallarin verður sostatt at síggja í nýggjum hvítum búna eftir skiftið frá B36.
Magnus hevur spælt nærum hvønn dyst á besta liðinum hjá B36 seinastu árini. Síðan 2017, sum var fyrsta árið á besta liðinum, har hann fekk nakað av spælitíð, hevur hann verið við so gott sum hvønn dyst.
Í alt eru tað vorðnir 104 dystir í Betri Deildi, 16 í steypakappingini og 17 í evropeiskum kappingum. Harafturat hevur Magnus hópin av ungdómslandsdystum og hevur eisini verið í A-landsliðshópinum til Nations League í 2020.
Magnus kemur heilt sikkurt at vera góð styrki at fáa á miðjuni, hjá Michael Schjønberg. Og skiftið úr B36 er kanska eisini eitt prógv um at menningin í 07 Vestur seinastu árini, alsamt ger felagið meira áhugavert hjá góðum føroyskum leikarum.
Nýggi miðvallarin hevur júst fingið debut, nú hann kom inn í hálvleikinum í seinasta dystinum í VFF KUP í dag.
07 Vestur
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald