2019-11-05 12:57
Eftir summarsteðgin í fjør fór hann til portugisiska Pacos de Ferrira at royna seg, men av ymiskum orsøkum varð steðgurin har stuttur, og tá 1. umfar var á skránni í Betrideildini í mars, var Magnus Holm Jacobsen aftur á vøllinum fyri B36.
Tað verður hann eisini komandi tvey árini. B36 hevur kunngjørt, at partarnir eru vorðnir samdir um ein tvey-ára sáttmála.
Magnus fekk sítt gjøgnumbrot í 2017 sum blaðungur, og hevur undir Jákup á Borg spælt nógv. Tekniskt sterki miðvallarin spælti 18 dystir í Betrideildini í ár, og hann leikti eisini tríggjar U21-landsdystir.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald