Fótbóltur

Malena Olsen byrjar inni fyri fyrstu ferð

Føroyar skulu dystast við Kýpros í kvøld, og Signe Pries Andersen hevur gjørt tvær broytingar á liðnum. Fyrsta bríksl er klokkan 17, og dysturin sæst í Televarpinum.

Malena Olsen aftanfyri meira roynda KÍ-liðfelagan Eyðvør Klakstein eftir síðsta bríks á Tórsvølli fríggjakvøldið (Mynd: Sverri Egholm)

Malena Olsen aftanfyri meira roynda KÍ-liðfelagan Eyðvør Klakstein eftir síðsta bríks á Tórsvølli fríggjakvøldið (Mynd: Sverri Egholm)

2023-09-26 16:08 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Klokkan 17.00 føroyska tíð spælir føroyska kvinnulandsliðið móti Kýpros í Nations League deild C. Sambært FSF er hetta fyrsti dystur nakrantíð móti Kýpros, ið spældi javnleik móti Aserbadjan í vikuskiftinum.

Tvær broytingar eru í byrjanaruppstillingini hjá Føroyum, í mun til tær sum byrjaðu fríggjakvøldið móti Montenegro. Millum annað fær ein 19-ára gomul úr Klaksvík seg royndan frá byrjan fyri fyrstu ferð - og sum tann fremsta.

Heimastíðan hjá FSF skrivar, at verjan verður tann sama: Óluva Allansdóttir Joensen verjir føroyska málið, og í miðverjuni byrja Birita Ryan og Sara Samson Lamhauge. Liðskiparin Ásla Johannesen byrjar á vinstra bakki, meðan Julia Naomi Mortensen verður á høgra bakki.

Á sentrala miðvøllinum byrja Sunniva Willemoes og Eyðvør Klakstein saman við Rúnu Jacobsen, sum avloysir Monu Rasmusdóttir. Jensa Kannuberg Tórolvsdóttir, sum er flutt út á høgra kant, meðan Heidi Sevdal aftur í kvøld verður á vinstra kanti. Í álopinum verður Malena Olsen, sum fyri fyrstuferð byrjar inni á A-landsliðnum. Hon kom inn á Tórsvølli fríggjakvøldið, har Føroyar taptu 0-1.

Sí eisini: - Skulu koma betri frá byrjan í dag

Á føroyska bonkinum eru: Valborg Østerø, Lena Olsen, Rebekka Benbakoura, Fridrikka Clementsen, Mona Rasmusdóttir, Rúna Olsen, Tórunn Højgaard Joensen, Tóra Mohr, Ása Stórá Carlsen og Sarita Petersen.

Dysturin byrjar klokkan 17.00 føroyska tíð og verður vístur á R1 í Televarpinum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder