Í dag klokkan 17 spælir A-landsliðið annan dystin í Nations League deild C. Uppgerðin hjá kvinnunum er á Kýpros.
Fríggjakvøldið taptu Føroyar tepurt í fyrstu royndini. Montengro var betri í fyrra hálvleiki og skoraði einsamalla málið í dystinum í 21. minutti. Byrjanin skal vera betri, og føroyska liðið skal annars byggja uppá ymiskt í spælinum, sigur Signe Pries Andersen við heimasíðuna hjá FSF
– Hóast eitt skuffandi úrslit fríggjadagin, so er tað nógv, ið vit kunnu taka við okkum víðari til komandi dyst (...) Til dystin í morgin skulu vit koma betri frá byrjan, enn vit gjørdu móti Montenegro. Leikararnir skulu venja seg við at møta øðrvísi mótstøðu, enn tær hava gjørt seinastu árini, har vit nú hava betri møguleikar at menna okkara spæl við bóltinum.
Sí eisini: - Væl nøgd við seinna hálvleik
Nýggi landsliðsvenjarin vísir eisini á, at tey eru tíðliga í tilgongdini saman. Tað grundleggjandi skal uppá pláss, og tað verður sæð sum eina menningartilgongd, har man ætlar at arbeiða hart og støðugt fyri at blíva betri – bæði sum lið og sum einstaklingar.
Leygardagin gekk leiðin til Kýpros, og Signe Pries Andersen letur væl at fyrireikingunum.
- Vit skuldu venja okkum við nógva hitan, men umstøðurnar eru góðar, og allir leikararnir eru klárir og væl fyri, undantikið Margit Magnusdóttir, sum stríðist við ein skaða, og tí ikki verður við.
Dysturin millum Kýpros og Føroyar byrjar kl. 17.00 føroyska tíð og verður vístur á R1 í Televarpinum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald