Jákup Sørensen byrjaði at spæla bridge í fjør, tá skipað varð fyri skúla í bridge hjá Havnar Bridgefelag. At hann gjørdist bitin av spælinum má sigast, tí nú er hann við til at skipa fyri altjóða kapping, sum verður í Føroyum í mars mánaða.
Hann sigur at hugskotið kom burturúr práti eitt kvøld í Bridgehúsinum í Gundadali.
- Tosað varð um kappingar í øðrum londum, ið fleiri føroyingar hava luttikið í. Eg spurdi um nøkur kapping altjóða parakapping hevði verið í Føroyum áður, men tað hevði tað ikki, greiðir Jákup Sørensen frá. Hann sigur, at hann hevur nógvar royndir at skipa fyri tiltøkum í Føroyum, og tí bjóðaði hann seg fram at vita um tað ikki bar til at skipa fyri slíkari kapping í Føroyum. Við góðum stuðli frá fyritøkum, Visit Faroe Island og ikki minst Tórshavnar býráði, so bar hetta til og nú verður kappingin 8. og 9. marts 2019, sigur Jákup
Ætlanin at kappingin skal verða hvørt ár
- Ætlanin er at vit skulu hava kappingina í fleiri ár. Higartil í ár hava spælarar úr Íslandi og Danmark meldað seg til kappingina, men bólkar úr eitt nú Noregi hava longu spurt seg fyri um kappingina til næsta ár, sigur Jákup Sørensen. Hann sigur at 32 spælarar, har av 18 eru útlendingar, hava meldað seg til kappingina higartil.
- Málið er at 40 spælarar verða við í ár, og eg rokni við at vit røkka tí málinum. Men málið er at vit skulu kunna savna eini 3-400 kortspælarar um nøkur ár. Skipað verður fyri tílíkum kappingum í Íslandi hvørt ár, og eg haldi at vit eiga at seta nøsina upp ímóti tí, sigur Jákup Sørensen.
Fingið stuðul frá almennum og privatum
Jákup Sørensen greiðir eisini frá, at stuðulin til kappingina er komin frá privatum fyritøkum, Tórshavnar kommunu og Visit Faroe Islands. Fonnflog hevur gjørt ein pakka til tey, sum koma úr útlandinum, har flúgving, gisting og kapping eru í pakkanum og ætlanin er at tað sama verður gjørt næsta ár.
Kappingin verður 8 og 9 mars í Østrøm í Havn.
Leinkja til facebook síðuna hjá kappingini, sum eitur Tórshavn Bridgefestival, er her
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald