Fjórðingsfinalurnar í steypakappingini hjá kvinnum vórðu avgreiddar 2. hvítusunnudag. KÍ vann sær pláss í hálvfinaluni við stórsigri á heimavølli móti TB/FCS/Royn og NSÍ vann á útivølli móti Víkingi.
Í Havn helt spenningurin sær leingi í dystinum millum B36 og EBS/Skála, áðrenn felagsliðið vann við tveimum málum móti ongum, og at enda vann HB greiðan 4-1 sigur móti 07 Vestur.
Omanfyri sært tú øll málini í fjórðingsfinalunum. Hálvfinalurnar í steypakappingini verða spældar 10. august og 15. september, og finalan verður spæld á Tórsvølli leygardagin 1. oktober.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald