2. umfar í bólki D í EM-endaspælinum varð leikt í Stórabretlandi í gjár.
Kekkia og Kroatia løgdu út í Glasgow. Talan var um ein opnan og javnan dyst, har liðini høvdu bóltin eins nógv og eisini høvdu eins nógvar skotroyndir - nakrir heilt stórir møguleikar vórðu skaptir, og londini fingu eitt mál hvør.
Í 37. minutti gjørdist Patrik Schick toppskjútti í kappingini, tá hann skoraði við brotssparki. Tað var við blóði í nøsini, ið høgi áleyparin hevði fingið, tá hann fekk tiltuskað sær brotsspark, ið Dejan Lovren gjørdi við sínum alboga. Schick hevur nú trý mál í tveimum dystum á Hampden Park.
Schick vísti aftur styrki í gjár og er nú toppskjútti í EM-endaspælinum (Mynd: EPA)
Kroatia svaraði aftur næstan beinanvegin í 2. hálvleiki. Talan var um eina avtalu í samband við hornaspark, ið var væleydnað, og sum endaði við, at Ivan Perisic smekkaði bóltin í málið við høgra beininum. 1-1 úrslitið merkir, at Kekkia allarhelst fer víðari til áttandapartsfinalurnar - hjá kroatum er lagnudystur fyri framman, ið eisini verður á Hampden Park.
Einki mál í regninum í London
Tann dysturin verður móti Skotlandi, sum í kvøld spældi á Wembley. Nógv varð væntað av enska liðnum áðrenn kappingina, og tað eydnaðist at fáa trý stig í hús móti Kroatia sunnudagin, hóast spælið ikki var nakað at reypa av. Í kvøld var spælið nakað verri, og tað eyndaðist ikki liðnum hjá Southgate at skora.
Størsti møguleikin í dystinum kom eftir tíggju minuttir, tá ein ódekkaður John Stones kom væl upp til eitt hornaspark úr høgru, men stútarin hjá City-verjuleikaranum rakti stongina. Skotland vísti, at liðið væl og virðiliga kundi spæla við á støði við gamla fíggindan, og eftir hálvan tíma varð Jordan Pickford noyddur at bjarga væl, tá høgri vongbakkurin Stephen O'Donnell royndi seg av brotsteigarmarkinum. Uppá hornasparki, sum stóðst av tí, var lívligi Che Adams nær við.
Stongin bjargar skotum tíðliga í dystinum - heimaliðið kom ikki aftur eins nær at skora (Myndir: EPA)
Ongland byrjaði væl eftir steðgin, men skjótt fánaði trýstið. Andy Robertson sá vandamikil út í vinstru síðu, og skotar tyktust at hava meira yvirskot, sum hálvleikurin lá. Tað snúði seg helst eisini um, at hóast fjeppararnir og viðmerkjararnir í Onglandi meira ella minni kravdi ein sigur á arvafíggindanum, so kundu Southgate og hansara menn væl brúka ein javnleik.
Eina stigið merkir, at "tær tríggjar leyvurnar" so at siga eru víðari. Tað tyktist tó týðiligt, at tað manglaðu hugskot - Grealish varð settur inn fyri Foden og Rashford fyri Kane, men tað broytti ógvuliga lítið - og skotar høvdu nógvar nakrar góðar støður, og sonevnda "úttrykkið" var betri enn hjá heimaliðnum - við millum annað við Chelsea-miðvallaranum Billy Gilmour sum einum av teimum eyðsýndu.
20-ára gamli Billy Gilmour verður fevndur eftir eitt sera gott avrik, meðan Andy Robertson og Che Adams takka áskoðarunum (Mynd: EPA)
Gott lag á Tartan Army eftir seinasta bríksl - England-fjeppararnir buh'aðu (Mynd: EPA)
Ongland legði eitt lítið trýst ímóti endanum, men vælskipaða skotska liðið stóð ímóti, og teir í myrkabláum, og serliga fjepparar teirra, fegnaðust, meðan heimaáskoðarnir buh'aðu. Steve Clark og hansara menn kunnu spæla seg víðari við sigri á heimavølli móti Kroatia týsdagin. Ongland skal royna at avgerða bólkin við sigri á Kekkia á Wembley.
Bólkur D - 2. umfar
Fríggjadagin 18.06
Glasgow (Hampden Park)
Kroatia - Kekkia 1-1 (0-1)
37' Patrik Schick br. 1-0
47' Ivan Perisic 1-1
London (Wembley)
Ongland - Skotland 0-0
Kekkia 4 stig
Ongland 4 stig
Kroatia 1 stig
Skotland 1 stig
Skráin í dag:
Bólkur F
14.00: Ungarn - Frakland
17.00: Portugal - Týskland
Bólkur E
20.00: Spania - Pólland
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald