Fótbóltur

Málleyst El Classico

Talan var ikki um tann mest undirhaldandi dystin á Camp Nou í kvøld.

Eitt fullsett Camp Nou í kvøld (Mynd: EPA)

Eitt fullsett Camp Nou í kvøld (Mynd: EPA)

2019-12-18 21:40 Author image
Niels Pauli Danielsen
placeholder

FC Barcelona tók ímóti Real Madrid í einum dysti, sum bleiv útsettur frá 26. oktober orsaka av ófriði í Barcelona.

Liðini lógu púra jøvn við 35 stigum hvør undan dystinum. Dysturin byrjaði við høgari ferð og nøkrum fínum málmøguleikum báðar vegir, har Real Madrid kanska var eitt lítið vet omaná. Lionel Messi hevði eina fína roynd, men Sergio Ramos bjargaði á strikuni.

Nógv var skrivað í útlendsku miðlinum um mótmælisgongu, ið skuldi vera uttanfyri leikvøllin undan dystinum, og eisini var spekulera í um okkurt fór at vera undir dystinum. Tíðliga í seinna hálvleiki bleiv dysturin avbrotin í eitt lítið bil, tá áskoðararnir tveittu bóltar inn á vøllin. Á bóltunum, ið vóru tveittir inná vøllin stóð skriva “Spain sit and talk”, ið er greiði boðskapurin frá katalansku loysingarrørsluni til spaniólar í samband við fongslaðu politikararnar.    

[object Object]
Áskoðararnir tveittu bóltar við politiskum boðskapi inn á vøllin í senina hálvleiki (Mynd: EPA)

Í seinna hálvleiki tóktist ferðin at fara úr dystinum, har spælið var rótut og fáir gjøgnumspældir møguleikar vóru. Tó vóru onkrir málmøguleikar, har Lionel Messi nokk hevði tann størsta hjá FC Barcelona, men heimsins besti leikari rakti ikki bóltin. Fyri Real Madrid hevði Gareth Bale tann størsta møguleikan, men hann rakti í síðunetið. Bale skeyt eisini bóltin í netið eina løtu seinni, men málið var kolldømt fyri rangstøðu.

Dysturin endaði við einum málleysum javnleiki, og fer ikki í søguna sum tann mesti undirhaldandi ímillum liðini. Sostatt eru liðini framvegis púra jøvn í oddinum í La Liga.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder