Fótbóltur

Málleysur fyrri hálvleikur á Tórsvølli

Bæði liðini hava verið varin í einum fyrra hálvleiki við fáum møguleikum, har Føroyar hava bóltin meir, og hava havt teir størri møguleikarnar.

Mynd: Jens Kr Vang

Mynd: Jens Kr Vang

2019-10-15 20:34 Author image
Niels Pauli Danielsen
placeholder

Talan var um eina varna byrjan á Tórsvølli, har Malta var eitt sindur meir á bóltinum fyrstu minuttirnar, og hevði nøkur langskot, tó uttan at gerast vandamiklir.

Aftaná eitt korter fingu føroyingar fyrsta góða møguleikan, tá bólturin tilvildarliga fall til Jóan Símun Edmundsson, sum tó ikki fekk beint bóltin móti málinum. Eftir hetta tók Føroyar yvir, og byrjaðu at seta seg á dystin.

Eftir 22 minuttir fingu føroyingar aftur ein stóran møguleika, tá Brandur Olsen skeyt fríspark úr høgru til aftasta øki, har Hallur Hansson tveitti seg fram og skallaði, men bólturin fór framvið.

Beint fyri hálvleik var aftur ein vandamikil støða í maltesiska brotsteiginum, har Jóannes Bjartalíð spældi útfrá til Jóannes Kalsø Danielsen, men skotið frá debutantinum bleiv blokera.

Fyri at taka samanum, kunnu vit siga Føroyar hava verið meir á bóltinum, men mangla at skapa teir heilt stóru møguleikarnar.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder