Fótbóltur

Málmansvenjaraútbúgvingin verður nú uppstigað

Tað er sum liður í at menna málmansvenjarapartin í føroyskum fótbólti og samstundis í tráð við øktu krøvini frá UEFA, boðar Fótbóltssambandið frá.

Landsliðslegendan Jákup Mikkelsen, fer saman við einari aðrari landsliðslegendu, Jens Martini Knudsen, at hava skeið í november (Mynd: Bjarni Enghamar)

Landsliðslegendan Jákup Mikkelsen, fer saman við einari aðrari landsliðslegendu, Jens Martini Knudsen, at hava skeið í november (Mynd: Bjarni Enghamar)

2022-10-26 12:24 Author image
Agnar Prestá
placeholder

FSF skrivar á heimasíðu sínari, at nú verður aftur lagt til brots við málmansvenjaraútbúgvingunum hjá Fótbóltssambandi Føroya.

Hetta er ein liður í arbeiðinum at menna málmansvenjarapartin í føroyskum fótbólti, og tað er eisini í tráð við øktu krøvini frá UEFA um útbúgvingarstig til málmansvenjarar, sum millum annað merkja tað, at tey lið, ið skulu taka lut í evropeiskum fótbólti frá næsta kappingarári, skulu hava málmansvenjara sum í minsta lagi hevur lokið nýggju “UEFA Goalkeeper B”-útbúgvingina. Hetta er krav frá 1. juni 2023.

- Vit stremba alla tíðina eftir, at okkara venjarar eru so væl dagførdir sum yvirhøvur tilber, og í hesum sambandi ynskja vit sjálvandi at fylgja teimum krøvum, ið eru komin frá UEFA. So vónandi verður hetta væl móttikið, sigur Pætur Clementsen, tekniskur stjóri hjá FSF.

Fótbóltssambandið skipar fyrstu atløgu fyri M1 málmansvenjaraskeiði, sum verður í Havn frá 11. til 13. november. Innbjóðing er send feløgunum, og tilmeldingin fer fram á fsf.fo. Tað verða fyrrverandi landsliðsmálverjarnir, Jákup Mikkelsen og Jens Martin Kundsen, sum fara at hava skeiðið, ið samanlagt tekur tjúgu tímar.

Í samband við øktu UEFA-krøvini fer FSF  at skipa fyri einum serligum málmansvenjaraskeiði, har luttakarar, ið áður hava lokið M2-málmansvenjaraskeiðið hjá FSF, kunnu uppstiga sína útbúgving til “UEFA Goalkeeper B”. Skeiðið verður eftir ætlan í februar-mars 2023, skrivar fsf.fo.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder