Fótbóltur

Malmö er ein av trimum møguleikum hjá KÍ

Um føroyameistararnir vinna eitt av næstu trý umførunum, skal KÍ annað árið á rað spæla í einum evropeiskum bólkaspæli.

Árni Frederiksberg skoraði tvey mál, umframt eitt í brotssparkskappingini, móti Häcken í 2. umfari í fjør. Tað var við at senda KÍ víðari - í eitt bólkaspæl. Nú hevur Árni sett KÍ í góða støðu aftur (Savnsmynd; Sverri Egholm)

Árni Frederiksberg skoraði tvey mál, umframt eitt í brotssparkskappingini, móti Häcken í 2. umfari í fjør. Tað var við at senda KÍ víðari - í eitt bólkaspæl. Nú hevur Árni sett KÍ í góða støðu aftur (Savnsmynd; Sverri Egholm)

2024-07-21 18:09 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Í dag hevur KÍ-hópurin vant saman í Klaksvík og síðani ferðast til Skåne, umvegis Keypmannhavn. At spæla móti Malmö FF í 2. umfari gevur góðar fyritreytir fyri ferðing - bæði hjá spælarum, toymi og fjepparum.

Svensku meistararnir verða tó ein ógvuliga stórur biti at svølgja á vøllinum. Í fjør sló KÍ BK Häcken, ið tá var svenskur meistari, út í júst hesum umfarinum, Malmö er tó á einum betri staði enn liðið úr Göteborg var tá.

Teir í ljósabláum eru í løtuni oddalið í Allsvenskan eftir 16 umførum, og hevur Malmö bert tapt tveir dystir í 2024. Malmö FF er eisini mest vinnandi felagið í svenskum fótbólti og hevur verið í Champions League-bólkaspælinum tríggjar ferðir seinastu tíggju árini. Evropeisku royndirnar og stóra styrkin eiga at gera mun.

[object Object]
KÍ-fjepparar fegnast um søguliga sigurin á svensku meistarunum í Göteborg í fjør (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Europa League og Conference League

Kappingarskipanin hjá UEFA ger, at man er í heilt góðari støðu, um tað eydnast at koma víðari úr 1. umfari í Champions League. Serliga um liðið er úr ein av lægru deildunum í Evropa.

Um tað, eins og í fjør, eydnast at vinna á svensku meistarunum í 2. umfari í Champions League, so hevur KÍ tryggjað sær pláss í einum evropeiskum bólkaspæli. Tá er spurningurin bara, hvør av teimum trimum kappingunum, talan er um.

Um Malmö livir upp til favorittleiklutin í hesum dystunum, endar KÍ í 3. umfari í Europa League. Tá er størst møguleiki at trekkja meistaran í einum av hesum seks londunum: Slovenia, Hvítarussland, Moldova, Litava, Bosnia & Hersegovina ella Andorra. Tað kunnu tó gerast lið úr londum, ið eru meira frammaliga - alt eftir úrslitunum hesa vikuna og næstu viku. Lutakastið til 3. umfar í Europa League verður í morgin, mánadagin.

[object Object]Árni Frederiksberg skoraði málini, og teir í kongabláum lótu ikki mál inn í uppgerðini móti Differdange í 1. umfari. Hetta ger, at KÍ skal spæla í 2. umfari og er í áhugaverdari støðu (Mynd: Sverri Egholm)

Eftir 3. umfar er play-off umfar á skránni. Um KÍ ikki røkkir hesum í Champions League ella Europa League, so er tað í síðsta undanumfarinum í Conference League, at hamarin skal falla. Í fjør spældu klaksvíkingar play-off í Europa League móti Sheriff Tiraspol men taptu samanlagt og endaðu harvið í Conference League.

Alt hetta vil siga, at um føroyameistararnir vinna eitt av næstu trý umførunum, skal KÍ annað árið á rað spæla í einum evropeiskum bólkaspæli. KÍ skal spæla seks evropeiskar dystir (trý umfør) fram til síðst í august.

[object Object]
Bodø/Glimt, ið eisini er í 2. umfari í Champions League, hevur lagt hesa frágreiðingina um vegin til bólkaspæl út. Júst tann sama er galdandi fyri KÍ - fleiri møguleikar eru (Mynd: Fotballklubben Bodø/Glimt)

Champions League 2. umfar, 2. dysturin
Eleda leikvøllurin, týsdagin 23.07
18.00: Malmö FF - KÍ

Stroyming: tv.ki.fo

Portalurin hevur fólk á staðnum í Svøríki, og ymiskt tilfar kemur harfrá í kvøld og næstu dagarnar

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder